Tey flestu av teimum stívliga 170 fólkunum, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum leygardagin, verða ikki vald í løgtingið. 33 løgtingslimir skulu veljast, og harvið kom eisini sløk 140 at standa uttanfyri eftir valið um vikuskiftið.
Spenningurin er tí stórur, nógv av valevnunum kenna trýst á sær í hesum seinastu døgunum fyri valið, og tá ið dómurin so fellur leygarkvøldið, verða summi fólk vónsvikin.
Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen heldur, at valstríðið kann samanlíknast við ítrótt.
- Tey flestu valevnini munnu verða spent nú beint áðrenn valið. Tey eru móð og strongd í positivari merking. Tey eru uppsett sum áðrenn ein ítróttardyst - ella sum áðrenn eina próvtøku. Men summi kunnu blíva eisini – Tað er krevjandi at skula spíla seg út í longri tíð. Valstríðið hevur verið seks vikur, men nógv hava fyrireikað seg í longri tíð áðrenn tað eisini. Nú eru vit komin til endan av valstríðnum, og summi kunnu blíva fjálturstungin av trýstinum, men tað er ymiskt frá fólki til fólk.
- Hetta kann samanlíknast við ítrótt – til dømis at spæla ein dyst ella at rógva kapp. Fólk eru við á liðnum, og tað er ikki við vist, at mann skorar hesaferð. Kanska kann mann leggja upp til eitt mál ella verða við til at fáa stavnin fram um ein annan bát, sigur Eyðun Joensen.
Persónur standa ikki fyri falli
Uppliva valevnini, at teirra persónur og meiningar skulu veljast ella vrakast leygardagin?
- Tað vóni eg ikki. Valið nýtist ikki at verða persónligt, men kann verða flokspolitiskt, og valevnini eru við á liðnum, og tí er tað liðið sum tapir ella vinnur, og ikki ein persónur. Tó haldi eg, at livibreyðspolitikarar – politikarar, sum hava verið við í nógv ár – kunnu uppliva, at eitt tap kennist nógva meira persónligt.
- Um fólk hava ímyndað sær, at politikkur hevur verið teirra lív, og vit onnur ikki tosa um ein persón, men um ein politikara, so er tað klárt, at hjá hesum fólkum kann tað níva nógv meira, um tey ikki verða vald aftur leygardagin.
Skulu fólk royna at hava frástøðu millum seg sum persón og seg sum valevni?
- Tað haldi eg avgjørt, at tey áttu at gjørt. Fólk eru so nógv ymiskt, og mær dámar ikki, tá ið alt verður sett upp á eitt brett. Fólk hava góðar síður og minni góðar síður, og tað má bera til at verða politikari og standa fyri falli, uttan at tað er persónurin sjálvur, sum stendur fyri falli.
- Eitt vónsvik er lutfallið ímillum tað mál, sum mann setir sær, og tað, sum mann røkkur. Hevur tú høg mál, so skal eisini nógv til fyri at brøkurin skal blíva positivur, og tú skalt verða nøgdur. Um politikarar hava roknað við, at teir skulu blíva valdir aftur og aftur, og teir nú falla, ja, so er avgjørt møguleiki fyri vónsviki hjá onkrum á valinum leygardagin.
Tungt at bíða eftir úrslitinum
Leygardagin fellir dómurin hjá veljarunum, og valevnini kunnu koma at uppliva ein strævnan og stressandi valdag.
- Valdagurin verður sum at biða eftir einum karakteri eftir eina próvtøku – ella einum dómi. Fyri nógv av valevnunum fer valdagurin at kennast ógvuliga hektiskur, og tey fara at royna sítt ítarsta fyri at reka í seinastu løtu. Onkur tekur tað kanska meira róligt, og onkur hevur helst uppgivið upp á forhond, sigur Eyðun Joensen.
- Tá ið valið er liðugt, so eru terningarnir kastaðir, og so kunnu fólk bara bíða eftir úrslitinum. Og vit kenna tað frá eini próvtøku. Tað kann verða stressandi at bíða, og tíðin kennist ofta long. Hjá summum verður tað jubul, og hjá summum verður tað vónsvik og misnøgd.
- Men vit skulu minnast til, at orsøkin til vónsvik og misnøgd er munurin millum málini, sum mann hevur sett sær, og tað sum mann røkkur. Um fólk rokna við at sleppa í løgtingið, og tey als ikki náa hesum máli, so kunnu tey uppliva misnøgd, øði og hava hug at kasta alt frá sær.
Ber tað til hjá valevnunum at fyribyrgja vónsviki og misnøgd eftir valið?
- Eg havi fylgt væl við í valstríðnum, og eg havi hoyrt fleiri av teimum ungu valevnunum tosa um, hví tey eru farin upp í politikk. Tað er ikki tí, at tey rokna við at verða vald hesaferð, men tey hava áhuga fyri valinum, og hetta er ein roynd. Gongur tað ikki hesaferð, so herji eg á aftur næstu ferð. Tað er ein hugburður, sum ger at vónsvikið og fallið ikki verða so ógvuslig, um tey ikki verða vald.
- Nú eru Føroyar eitt valdømi, og tí verður ivaleyst eisini gjørdur ein listi yvir øll valevnini, og tá nøkur at uppliva, at tey liggja heilt har afturi á listanum, og tað kann sjálvandi kennast tungt, men vónandi duga tey at taka tað.
Kunnu uppliva misnøgd og øði
Eyðun Joensen heldur ikki, at fólk kunnu blíva sálarliga sjúk av einum niðurlagi á valinum, men summi kunnu ivaleyst koma at uppliva stóra misnøgd.
- Eg rokni við, at ógvuligasta avleiðingin kann verða, at fólk tveita alt tað politiska frá sær, venda sær frá sínum politisku sjónarmiðum, koyra tey í eina skuffu og føla, at tey hava brent seg. Men tað vóni eg ikki, at tey gera.
- Valstríðið hesaferð hevur verið friðarligt og sámiligt. Eingin er lopin fram av, og valevnini kunnu verða væl nøgd við tað, sum tey hava borið fram. Tí vóni eg ikki, at hesi fólkini kasta frá sær eftir valið, men halda fram í samfelagskjakinum og í arbeiðnum í flokkunum.
Sannlíkt er, at onkur av teimum nýggju valevnunum og kemur í løgtingið, og tey koma so eisini í eina serliga støðu.
- Fremsta málið hjá teimum flestu valevnunum er at náa upp um tingsins gátt, og náa tey tað, so vakna tey til eitt stórt forpliktilsi og stórar avbjóðingar. Er hendan tíðin undan valinum strævin, so verður tíðin eftir valið ikki minni strævin og krevjandi hjá teimum nývaldu, og summi fara helst at uppliva, at tey eru komin úr øskuni og í eldin, sigur Eyðun Joensen.