Følsk løgregla royndi at snýta fólk

Teldusníkar góvu seg út fyri at verða løgreglan í Føroyum

Í gjár var aftur eitt dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólk vísa størsta varsemi á internetinum. Løgreglan sigur, at í gjár vórðu tey varug við, at teldusníkar góvu seg út fyri at vera løgreglan í Føroyum og soleiðis royndu tey at snýta fólk og at lumpa ymsar persónligar upplýsingar frá teimum.

https://www.in.fo/news-detail/news/royndu-at-snyta-nogvar-pengar-ur-foeroyskari-fyritoeku/Les eisini: Royndu at snýta nógvar pengar úr føroyskari fyritøku

Løgreglan sigur, at tað var serliga deildin fyri internetbrotsverk hjá løgregluni í Danmark sum varnaðist, at teldusníkar vóru farnir at geva seg út fyri at vera løgreglan í Føroyum. Teir høvdu gjørt eina heimasíðu við búmerkingum hjá løgregluni í Føroyum, men ein feilur var, at internetadressan var politi.com, har adressan hjá politinum í Føroyum er politi.fo.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi sendu teldusníkarnir fólki boð um, at tey vóru vitni í eini sak og so fingu tey eitt oyðiblað at fylla út við navni, p-tali, teldupostdressu, og ymsum øðrum.

Løgreglan sigur, at tá ið danska løgregludeildin varnaðist hetta, fingu tey latið síðuni aftur, men tey eru ikki rættiliga greið yvir, hvussu nógv hava fingið hesi boðini frá teldusníkunum.