Tá stjórin í Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson, var í Fámará í morgun fyri at reka Jóhan og Rakul Dalsgaard á dyr, varð hann vendur í hurðini. Parið, sum hevur búð á garðinum seinnu árini, vildi ikki fara út, og tí fer Búnaðarstovan nú í Fútarættin.
Við Kringvarpið sigur Bjørn Patursson, at hann nú ikki hevur annan møguleika enn at biðja almenna politimyndugleikan taka sær av at tøma garðin fyri fólk, so nýggi festarin sleppur framat.
Jóhan og Rakul Dalsgaard hava kært avgerðina um, at tey at tey skulu út, til Fiskimálaráðið, men haðani vóru boðini, at Búnaðarstovan hevur rætt í sínum máli.