ÍF hevur í dag longt sáttmálan við Jens Joensen. 31-ára gamli miðverjin kom til felagið undan hesum kappingarárinum, og hevur staðið seg væl. Sáttmálin er galdandi fyri 2021, skrivar felagið.
- Har gott fólk er, legst gott fólk afturat verður ofta sagt. Tað er sjón fyri søgn, tí næsti maður at leingja sáttmálan við okkum er eingin minni enn verjukempan Jens Joensen. Sterki verjuskansin kom til okkum undan júst farna kappingarári, og hava vit verið sera væl nøgd við runavíkingin í Klaksvík. 31 ára gamli stríðsmaðurin við fýra talinum á rygginum spældi 22 dystir í ár í Betri deildini, skrivar ÍF.
Felagið hevur fingið tilgongd av Steinbjørni Olsen og Ólavi Niclassen frá KÍ. Helst verður onkur tilgongd afturat undan komandi kappingarár. Sum skilst verður arbeitt við at fáa ein miðverja inn í hópin afturat, og at tveir spælarar eru upp á tal. Ein føroysk loysn og ein útlendsk loysn.
##med2##