Kommunutíðindi
Fámjin:
Í Fámjin eru útlit fyri nýggjum vatnbrunni, eins og kloakkskipoan verður løgd um alla bygdina.
Vatnbrunnurin er komin til Fámjins, og bíðar bara eftir at verða settur upp, sigur Elin Nielsen, borgarstjóri.
Talan er um ein glastrevjabrunn, sum veðru settur upp niðan fyri Kirkjuvatn, har verandi brunnur er. Verandi brunnurin er ikki tíðarhóskandi og eisini ov lítil til tørvin, sum er. Nýggi brunnurin fer at nøkta tørvin væl fram í tíðina, sigur borgarstjórin .
Elin Nielsen sigur, at nýggi vatnbrunnurin, sum gjørdur verður saman við einum lítlum parti av nýggjari leiðing, fer at kosta umleið 300.000,- krónur.
Nýggj kloakkleiðing skal leggjast um alla bygdina í Fámjin, og farið er undir fyrsta part av hesi verkætlan, greiðir borgarstjórin frá.
Talan er um at leggja uppsamlingarrør kring alla víkina, har frárenslið frá bygdini skal savnast í og leiðast til havs. Hesin partur av arbeiðinum verður gjørdur í ár og fer at kosta meira enn eina millión krónur, sigur Elin Nielsn borgarstjóri.
Síðan veðru farið undir at leggja leiðingar til frárenslini, sum síðan verður bundið í tann partin, sum gjørdur er. Hetta fer at taka longri tíð, og skal fíggjast yvir fleiri fíggjarár.
?Tað verður gjørt á tann hátt. greiðir borgarstjórin frá, at vit taka ein býling í senn og gera so heilt liðugt har. Væntandi fer tað at taka eini fýra ár ella so, til øll kloakkskipanin í Fámjin er liðug.
Hetta er stórarbeiði, og tað hevur verið trupult at fingið fólk at gjørt arbeiðið, sigur borgarstjórin. Nú er tað so eydnast, og tí verður tann stóra uppsamlingskloakkin gjørd beinanveg.
Ananrs er vegagerð á skránni hjá kommununi. Teir kommunalu vegirnir eru í vánaligum standi, og skulu umvælast, eins og nakað av nýgerð eisini skal gerast.
Tvey nýggj hús eru í gerð í Fámjin í løtuni. Tað er fólk við tilknýti til bygdina, sum byggja, sigur Elin Nielsen. Fremmand fólk hava ikki biðið um grundstykki í bygdini, sigur hon og leggur afturat, at kommunan heldur ikki hevur nakra útstykking klára. Tað, sum bygt verður, er á privatum grundstykkjum.
Nýggja fólkaskúlalógin gav mongum kommunum høvuðbrýgggj, tí so nógv var at gera við skúlarnar. Men í Famjin eru tey væl fyri í so máta, sigur borgarrstjórin. Skúlin lýkur øll tey krøv, sett verða, so tað kann ikki vera betri.
Nú skúlaárið byrjar aftur mánadagin, fara fimm børn í skúla fyri fyrstu ferð í Fámjin. Tað er nógv, heldur borgarstjórin, sum sigur, at í bygidini eru trý børn undir skúlaaldur.
Tað er ikki nógv arbeiði at fáa í Fámjin. Eitt sindur av kommunalum, og so smoltstøðinGuttansstøð, har fýra mans arbeiða.
Útróður er heldur ikki nakar av týdningi, tí kyrruvont er. Tó verða smærri bátar tíðum flotaðir, tá líkindi eru til tess.