Fámjin er bæði brimpláss og útróðrarbygd

Í sínari tíð var fiskakjallari í bygdini, og tað var eisini tann tíð, tá ið menn høvdu útróðrarfelag og flaktu, saltaðu og seldu sína egnu veiði

Útróður

Bygdin Fámjin liggur sum øllum kunnugt á vestursíðuni og miðskeiðis á Suðuroynni. Tá ið bátar av Tvøroyri fara vestur á leiðirnar hjá fámjiningum, fara teir norður um Suðuroynna – og tá ið bátar úr Vági fara um hesar leiðir, fara teir suður um oynna.
Fámjin er brimpláss, og ringastar eru vesturættirnar, sum liggja upp á land. Eysturættirnar eru betur, men eisini hesar kunnu hava brim við sær, um ringt er í sjónum.
Hetta hevur kortini ikki hildið monnum í bygdini aftur at reka útróður.
Áðrenn bygdin fekk vegasamband í 1940, fekst fiskur ikki av bygdini á sama hátt sum í dag, nú menn, sum reka útróður í Fámjin, vanliga koyra fiskin á Fiskamarknaðin á Tvøroyri.
Og áðrenn marknaðurin kom á Tvøroyri, koyrdu teir fiskin suður á marknaðin í Vági.
Teinurin úr Fámjin til Tvøroyrar er einar 16 kilometrar, meðan teinurin til Vágs er út við eina helvt longri.
Tí velja fámjiningar heldur at koyra fiskin til Tvøroyrar.

Lítil útróður
Sosialurin hevur tosað við ein av monnum, sum plaga at reka útróður úr Fámjin, Svend Joensen.
Hann sigur, at nú er langt síðan, at nakar bátur hevur verið á floti í bygdini.
- Tað hevur viðrað so illa, og yvirhøvur hevur lítil fiskur verið at fingið.
Svend sigur, at fleiri bátar eru heimahoyrandi í Fámjin, flestu eru stórir træbátar, úr 27 fót og upp í einar 31 føtur.
- Tá ið bygdin er brimpláss, er ikki vanligt, at bátar liggja á sjónum um vetrarnar. Allir bátaeigarar hava vogn, og vit hava eisini neyst til bátarnar. Soleiðis standa teir inni, tá ið teir ikki liggja á sjónum. Skinnarar eru til vognarnar, og kommunan hevur eitt el-drivið hydrauliskt spæl. Einir 4-5 mans skulu til fyri at draga bátarnar oman og niðan.
Hann sigur, at er liggjandi góðveður okkurt skifti um veturin, og fiskur er at fáa, er ikki óvanligt, at onkur bátur verður flotaður.
- Annars verður mest roynt um várið og út á heystið.

Snellumenn
Svend sigur, at tað er komið fyri í hansara tíð, at onkur bátur hevur slitið og er mistur í brimi, men vanliga verður roynt at draga bátarnar í góðari tíð, tá ið árstíðin er ring, og hann øtlar veðrið.
Svend sigur, at einir 3-4 bátar við einum og tveimum monum á hvørjum báti gera nokso fitt við útróður um várarnar, summarið og heystið.
- Allir royna við snellu og beitum, men er llítil fiskur at fáa, kemur fyri, at onkur fer við teini og loddi undir snelluni, og tá verður so roynt við agni. Annars er vorðið meira og meira vanligt, at onkur roynir við tráðu og tungum pilki í endanum, og hetta vísir seg at rigga væl hjá teimum, sum duga og tíma at brúka tráðuna.
Bátarnir hjá fámjiningum, sum reka útróður, eru allir útgjørdir við góðum sjálvvirkandi snellum.
At kalla eingin bátur roynir við línu, og tað kemst kanska eisini av, at lítil og eingin hýsa hevur verið at fingið á leiðunum hjá fámjiningur í fleiri ár.
- Fiskileiðirnar hjá okkum liggja ikki langt úr landi, og tá ið vit hava siglt í ein tíma ella so, eru vit vanliga á ytstu leiðum.

Sigla skjótt
Spurdur, um aðrir bátar leita vestur um á leiðirnar hjá fámjingum, sigur Svend:
- Ja, tað eru ofta fleiri bátar úr øðrum bygdum enn teir hjá okkum. Nógvir bátar sigla so skjótt, og tí tekur tað onga tíð hjá teimum at koma á hesar leiðir.
Hann vísir tó á, at áhugin hjá monnum úr øðrum økjum at fara vestur um eisini avhongur av, hvussu útlitini eru til fiskiskap.
- Sum heild, hevur lítið verið at fingið á okkara leiðum seinastu árini, og summarfiskur hevur at kalla eingin verið. Várið og heystið plagdu at vera góð fiskitíð, men eins og aðrastaðni hevur lítið verið at fingið um okkara leiðir seinastu árini, leggur hann aftrat.
Tá ið tað er avmarkað, hvussu støðugur útróðurin kann vera hjá fámjiningum á vetrardegi, hava nakrir mans úr bygdini bátarnar liggjandi á Tvøroyri.
- Hetta er deksfør úr glastrevju, sum reka útróður á jøvnum føti við aðrar bátar á Tvøroyri, sigur hann.
Svend Joensen leggur aftrat, at onkur av hesum monnum hevur útróður burtur av sum livibreyð, meðan onkur annar siglir og síðan leggur seg eftir at rógva út, tá ið viðkomandi er heima.