Fínt at arbeiða í fiski

FLAKAVIRKI Tey munnu vera omanfyri 20, sum eru til arbeiðis á Norðfra her í Norðdepli henda illfýsa mikudagin í farnu viku. Millum tey er 21 ára gamli viðingurin, Esmar Hvannastein Sørensen sum hevur arbeitt her í skjótt tvey ár. - Hetta er eitt ótrúliga gott arbeiðspláss.

Norðdepil: Tað er nóg væl, at fólk hava hættað sær til arbeiðis henda dagin á virkinum.
Veðurgudarnir hava víst seg frá síni ringu síðu, við vindi og hvirlum, heilt upp um 40 metrar um sekundið. Hetta hevur kortini ikki forðað arbeiðsfólkunum í at koma til arbeiðis.
Tey eru komin ymsastaðni frá, og hava henda morgunin “trodsað” bæði veður og vind. Teimum í huga liggur henda kenslan av arbeiðssemi og ábyrgd, at tey vilja vera við til at tryggja teirra arbeiðspláss í dag og í framtíðini.
- Ja, eg fari í øllum førum glaður til arbeiðis hvønn dag, sigur Esmar Hvannastein Sørensen, sum vit hittu fyrrapartin, júst sum hann var liðugur við kaffisteðgin.
Hann stóð tá við printmaskinuna, ið skrivar út etikettirnar til pakningin. Hetta kann hann tað sama gera, áðrenn hann fer aftur á virkið.
Gott er við einum kaffisteðgi, men gott er helst eisini at koma aftur til sítt fasta pláss í føroysku flakavinnuni - her við bandfrystaran á Norðfra.
- Í dag er aftur nógv at gera.

Upsi
Esmar Hvannastein Sørensen hevur roynt ymiskt innan fiskivinnuna á sjógvi og landi, hóast hann bert er 21 ára gamal.
Eftir at vera liðugur við 10. flokk fór hann til skips við Ågot í hálvt ár og síðani við Jákup B í nærum tvey ár. Men á sumri í 2009 avgjørdi hann at finna sær arbeiði í landi.
Við fiskivinnuni er altíð talan um upp- og niðurgangstíðir, og tá tað vísti seg, at tað gekk verri og verri, avgjørdi Esmar at fara í land fyri skjótt tveimum árum síðani.
- Eg hugsaði bara sum so, at tað mundi loysa seg betri at vera í landi. Og tí arbeiði eg her, sigur hann við einum brosi.
Her stendur hann aftanfyri bandfrystaran á Norðfra, har ein av hansara uppgávum er at glasera flakið sum kemur framvið, annaðhvørt talan so er um tosk, upsa ella hýsu.
- Men sum tað er beint nú, er tað mest upsi sum verður koyrdur ígjøgnum, greiðir Esmar frá.

8 til 4
Nógv eru tey sum halda, at tað ikki kann vera nøkur framtíð, serliga mennandi ella spennandi at skula arbeiða á einum flakavirki.
Hesum er Esmar kortini ikki samdur í. Her á virkinum í Norðdepli dámar honum væl at vera.
- Eg meini, - hetta er jú eitt arbeiði. Og serliga nú ið ein hoyrir um, at so nógv eru arbeiðsleys, skal ein bara vera glaður fyri at man hevur eitt arbeiði at fara upp til, sigur hann.
Vanliga møta tey klokkan 8 um morgunin og fara síðani til hús klokkan 4. Onkutíð verður arbeitt eitt sindur longur.
Sum hann, ið stendur við bandfrystaran, er Esmar í seinna enda í framleiðsluni, og tí kemur tað meiri enn so fyri, at hann fer seinni frá virkinum enn hini.
- Ofta liggur nakað nógv niðurfyri, og tað mugu vit so koyra ígjøgnum fyrst, áðrenn vit fara til hús.

Trívist
Henda morgunin vit hittu Esmar var hann sum nevnt júst liðugur við kaffisteðgin.
Tað er altíð stuttligt at koma til kaffisteðg, tí tað fær ein prátað við fleiri av hinum, ið hann bert sær undir arbeiðinum.
Á Norðfra eru fólk í øllum aldrum og ymsastaðni frá, millum annað frá heimbygd hansara, og tað dámar tí unga Esmari sera væl.
- Tað er eisini í fínasta slag, at vit eru so nógv ung sum arbeiða her. Eg haldi, at vit øll trívast væl á virkinum, staðfestir Esmar.
- Vit hava tað gott, og okkum dámar best, tá nógv er at gera.




Frá fiski til politi
Í summar eru liðin tvey ár, síðani Esmar byrjaði at arbeiða á Norðfra. Men tá er eisini liðugt við tí í hesum umfarinum.
Hann ætlar sær tá niður til Danmarkar í skúla. Í fyrstu syftu ætlar hann at taka HF-prógv, og síðani ætlar hann sær víðari á útbúgvingarleið.
- Og aftaná tað ætli eg mær inn á politi-skúlan, sigur hann spentur á málinum.
Men í dag má fyrst fyllast í enn eitt trøllakar. So kann hann hugsa víðari um framtíðina.






Trøllakar
Esmar Hvannastein Sørensen arbeiðir aftanfyri bandfrystaran, og haðani verður tann lidna vøran koyrd í tað sum tey á fakmáli kalla eitt trøllakar.
Eitt trøllakar er ein stór pappdós, ella hvussu man nú skal nevna tað, hagar tey glaseraðu fløkini verða fylt í, til dósin ella karið er á tremur.
- Tá eru íalt 525 kilo av flaki í. So tú skilir, at tað er rættiliga stórt, sigur hann við einum brosi.