Fór at leka í Suez-veitini

Tað risastóra danska bingjuskipið Emma Mærsk fekk trupulleikar, tá skipið var statt í teirri norðaru innsiglingini til Suez-veitina í gjár. Tað vísti seg, at so nógvur sjógvur var komin í maskinrúmið, at skipið fekk ikki siglt, so sleipibátar máttu toga tað at bryggju í bingjuhavnini í Port Said.

Egyptiska blaðið Ahram skrivar, at vandi var fyri, at skipið kundi søkka í innsiglingini, men at manningin hevur tamarhald á støðuni nú.

Emma Mærsk, sum Maersk Line eigur, er 397 metrar langt, 56 metrar breitt og tekur knappliga 15.000 bingjur.