Norsku sjóferðslumyndugleikarnir siga seg nú vera vísar í, at farmaskipið "Rocknes" fór av kós, og at tað tí tók botn, áðrenn tað holvdist í Vatlestraumen uttan fyri Bergen í síðstu viku.
Kavarar hava kannað farleiðina hjá skipinum, og teir siga seg hava sæð, at skipið hevur tikið botn. Ein lítil kavbátur hevur kannað botnin á fjørðinum, og myndir, sum kavbáturin tók, vísa, at skipið hevur borið við botn, skrivar Bergens Tidende. Sambært blaðnum er dýpið har 9,4 metrar, men myndugleikarnir hava eisini váttað, at hendan grynnan stendur ikki á sjókortinum.
Er tað rætt, at skipið tók botn á hesari grynnuni, var tað bara 50 metrar frá einum vita, sum er har. Aðrir skiparar hava sagt við norskar fjølmiðlar, at sjálvt um grynnan ikki stendur á sjókortinum, sigla teir ongantíð so nær landi. Tað vanliga er at sigla mitt eftir fjørðinum, siga teir.