Í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp norðanfyri, við Norðoyatunnilin, har tveir bilar bóru saman. Men hóast skaðin var lítil, fær tað kortini stórar avleiðingar, tí annar bilførarin fær bæði bót og eitt klipp í koyrikortið.
Talan var um ein bil, sum kom koyrandi, men tá ið hann bremsaði, var bilførarin í bilinum, sum kom aftan á, ikki nóg vakin, og lukkaðist ikki at bremsa, og sostatt kom hann ímóti bilinum framman fyri. Men hóast skaðin var lítil og eingin, fær bilførarin í aftara bilinum eina heilsan frá løgregluni, tað verður mett at at vera eitt av teimum meiri álvarsligu ferðslubrotunum, ikki at halda frástøðu til bilin framman fyri.
Í gjár gjørdu løgreglan annars nógv burtur úr at kanna ferðsluna í Klaksvík í gjár, har dentur serliga varð lagdur á at kanna um bilførarar høvdu koyrikort uppi á sær, og um teir vóru edrúir. Nógvir bilførarar vórðu kannaðir, men einki mál varð skrivað.