Tey flestu kenna Dánjal á Neystabø sum ein av teimum trimum syngjandi, dansandi og flennandi persónunum úr Ævintýraferðini, ið hevur hittað í flest øllum barnasálum seinastu árini. Men umframt leiklutin í Ævintýraferðini, er Dánjal eisini útbúgvin jazzpianistur, sum hevur gingið á tónlistaháskúla í Gøteborg og á tónlistakonservatorium í Malmø í tilsamans fimm og eitt hálvt ár. Síðani hann flutti úr Svøríki til Danmarkar í 2007, hevur hann fingist við at arbeiða við eksperimenterandi, fólksligum tónleiki, og úrslitið í dag er fløgan The Palace, sum varð útgivin í gjár ígjøgnum plátufelagið Tutl.
- Eg havi altíð skrivað tónleik, síðani eg var pikkalítil. So eg setti mær fyri, tá eg flutti úr Svøríki, at eg skuldi velja ímillum at undirvísa ella royna at vita, um eg eri góður nokk at standa á egnum beinum sum tónleikari. Tað var ein løtt avgerð. Faktiskt hevði eg einki val, men tað var tó ein avgerð at taka. Eg skuldi melda meg inn í eitt fakfelag, tá eg var liðugur í skúla, og eg hevði trý at velja ímillum: Lærarafakfelagið, Dansk Musikerforbund og Dansk Artistforbund. Tá eg spurdi meg sjálvan, hvat var rætt, kom eg skjótt fram til at velja artistaforbundið, tí eg síggi meg sjálvan nógv meira sum ein listamann enn ein tónleikara. Eg síggi meg sjálvan sum søkjandi og eksperimenterandi og havi ikki hug at binda meg til bara at vera tónleikari, sigur Dánjal.
- Eg leitaði altíð eftir nýggjum avbjóðingum, og alt tað, sum eg ikki dugdi, skuldi eg læra, og tað var feitt. Men eg kom so fram til, at eg vildi byrja at satsa uppá tað, sum eg dugi, ístaðin fyri tað, sum eg ikki dugi; tað, sum eg føli liggur til høgra bein. Hetta er nokk ikki nøkur permanent avgerð, men eg havi í hvussu er í eina tíð valt at fordjúpa meg í hesum ístaðin fyri at skula læra alt. Hetta er tað, sum eg vil beint nú; tað, sum eg føli er rætt ella so. Eg kann tó væl ímynda mær, at útforskanin kemur aftur onkuntíð. Handan har útforskanin, har ein er sum eitt opið blað og letur onnur skriva á tað. Men akkurát nú føli eg, at eg gjarna vil skriva eitt sindur á tað sjálvur.
- Eg blívi mest inspireraður og fái meira av drívmegi av at fáast við ting, sum kunnu kiksa. Royni at undganga, at ting blíva triviel. Tá eg skuldi taka avgerðina um, hvat eg skuldi gera, valdi eg tað, ið var mest riskabelt. Eg havi nevniliga ongantíð tímað at hoppa upp um garðin, har hann er lægstur, tí har, ið hann er lágur, sær mann yvirum, og tá missi eg áhugan, greiðir Dánjal frá.
Etablering í Danmark
Dánjal hevur verið við í nógvum ymsum verkætlanum. Hann hevur ferðast runt í millum annað Hollandi, Afrika og Svøríki og forvitnast, men hevur tó allatíðina havt basa í Keypmannahavn. Trupulleikin hjá honum hevur bara verið, at hann ongantíð hevur verið nóg leingi í Keypmannahavn, til at komi inn í nakað tónleikaumhvørvi har. Hetta avgjørdi hann at broyta, tá hann var liðugur í skúla og kom aftur til Keypmannahavn.
- Tað var faktiskt soleiðis, hendan tónlistaverkætlanin byrjaði; við einari ambitión um at koma inn í tað danska tónleikaumhvørvið. Hetta var rættiliga torført, tí eg hevði eitt gigantiskt netverk í Svøríki og mátti byrja heilt frá botninum av í Danmark. Men eg kendi á mær, at eg hevði tørv á at hava eitt stað at kalla mítt egna, og hóast eg ikki ætlaði at gevast við at ferðast runt í teimum ymsu londunum, vildi eg gjarna fáa okkurt etablerað í Danmark.
- Tann fyrsti persónurin, eg ringdi til, var violinisturin Angelika Nielsen. Hon var eisini í Malmø, tá eg var har, og vit høvdu spælt eitt sindur saman tá. Hon er eftir mínum tykki ein tann dugnaligasti tónleikarin, sum eg nakrantíð havi spælt saman við. Mær dámdi eisini rættiliga væl Afenginn, og byrjaði at seta meg í samband við teir; fyrst bassistin, sum gav mær innlit í tónleikaumhvørvið har, og síðani frontfigurin hjá teimum, Kim Nyberg, sum nú er fastur mandolin spælari í bólkinum hjá mær, sigur Dánjal.
Arbeiðssom arbeiðsgongd
- Vit byrjaðu at fara í studio í apríl í ár. Málsetningur var, at so nógv skuldi spælast inn uppá so fá take sum gjørligt, tí tað helt eg passaði tónleikinum best. So tað gjørdu vit allan vegin ígjøgnum í einum stórum upptøkuhølum, har tað var pláss fyri øllum tónleikarunum í senn. Síðani kom ein long pausa í, har eg fór til Føroyar at millum annað hava eina ráðstevnu um Føroyskan fólkatónleik og at arbeiða við Ævintýraferðini. Aftaná summarferiuna fór eg aftur til Danmarkar at miksa fløguna saman við Jens L. Thomsen. Hann er fantastiskur at arbeiða saman við. Eg dyrki fólk, sum eru arbeiðssom, og tað er Jens totalt. Eg haldi, at tað er imponerandi, at man setir seg so nógv inn í tingini hjá einum øðrum, sum hann ger. At hann kann fara so djúpt inn í nakað, sum hann ikki hevur gjørt sjálvur. Vit sótu onkuntíð og arbeiddu til klokkan seks um morgunin, og tá vit vóru farnir í song, fór hann onkuntíð uppaftur líka fyri at gera okkurt, sum hann akkurát var komin í tankar um. Slíkt samstarv er vert nógv, og tað gekk eisini strálandi.
- Fløgan bleiv faktiskt miksað eitt sindur, sum hon bleiv tikin upp. Also alt varð miksað analogt, soleiðis at høvdu vit gjørt okkurt við eitt lag, kundu vit ikki fara aftur og broyta tað. Hetta fyri at gera løgini so organisk sum gjørlig, og eg haldi, at tað var ordiliga feitt at arbeiða uppá tann mátan. At man allatíðina arbeiðir út frá, at hetta er tað. Tað kendist somikið organiskt, at sjálvt miksipulturin hevði sítt egna lív. Hann ljóðaði øðrvísi frá degi til dags, alt eftir um hann var heitur ella kaldur. Tað var ein ordiliga spennandi prosess.
- Annars haldi eg, at øll tey, ið eg havi arbeitt saman við um hetta projektið, hava verið fantastiska arbeiðssom. Tað er eitt parametur, sum eg brúki, tá eg leiti eftir fólki at samstarva við. Tey mugu kunna vera við uppá at sveitta eitt sindur av blóði, tí tað merkist aftur í produktinum; tað blívur feitari. Til dømis Høgni (Egholm Magnussen, blaðkv), sum hevur gjørt húsan, er eisini ordiliga arbeiðssamur, og tað haldi eg eisini sæst aftur á húsanum. Birgar Larsen, sum eg arbeiði saman við um booking management er eisini ein sovorðin raskur ein. Hetta eru dugnalig fólk, sum eru við uppá at leypa útí tað, og eg eri ógvuliga glaður fyri at hava valt tey.
Tónleikurin í allar ættir
Tað gekk skjótt fyri seg hjá Dánjali, tá hann fyrst hevði fingið fótin innum í tónleikaumhvørvið í Keypmannahavn. Hann møtti tónleikarum frá sama umhvørvi, og fann beinanvegin útav, at fólk vóru áhugað í hansara tónleiki.
- Tað var so feitt í byrjanini. Eg var so glaður um, at onnur vildu spæla saman við mær, at eg gloymdi at spyrja meg sjálvan, um eg tímdi at spæla saman við teimum. So eg brendi meg eitt sindur, tí eg varð noyddur at velja og vraka ímillum fólk, og tað er ongantíð stuttligt. Men eg kendi á mær, at eg var noyddur at byrja at sortera eitt sindur, og at eg mátti finna útav at koyra projektið hjá mær uppá míni egnu premissir. Tí um ikki mítt projekt var 100 prosent eg, so var eg ikki trúgvur ímóti mær sjálvum, og hetta hevði eisini ávirkað áhoyrararnar.
- Eg tók so og valdi teir tónleikararnar burturúr, sum eg føldi kundu styrkja mín tónleik. Til dømis havi eg valt at hava marimba spælaran hjá Tom Waits við á fløguni. Eg ringdi til hann, og hann segði ja beinanvegin. Eg varð faktiskt nokso yvirraskaður, tí tá hann møtti upp, var hann akkurát sum onnur fólk. Eg hevði eina fyristilling um, at hann fór at vita alt og broyta alt og gera alt pissi hamrandi feitt. Og tað var okkurt betryggjandi og staðfestandi í at finna útav, at hann var júst sum aðrir tónleikarar og gleðiliga tók ímóti instruktiónum. Yvirhøvur hevur tað bara verið gott fyri meg sum listamann og fyri bólkin hjá mær eisini, at hava havt møguleikan at arbeiða saman við einum so viðurkendum manni. Tað gevur eitt slag av tryggleika fyri produktinum.
- Afturat hesum havi eg fleiri ordiliga góðar tónleikarar við, men annars eru tað mest eg, Kim Nyberg og Angelika Nielsen, sum ferðast runt og spæla konsertir. Til dømis til konsertina í kvøld, men í morgin og leygardagin verður allur bólkurin hjá mær við. (sí faktaboks fyri nærri upplýsingar um útgávukonsertirnar) Í gjár høvdu vit eisini eitt sovorit formelt ting í Tutl handilinum í miðbýnum.
- Mær dámar væl at prøva ting, sum eg ikki havi prøvað fyrr, so eg havi fingið nakrar føroyskar DJar at gera remiks av nøkrum løgum hjá mær, sum eisini skulu framførast til útgávukonsertirnar. Teldutónleikur er sikkurt tað, sum liggur longst frá mær sum tónleikara, og faktiskt virkar tað ræðuliga langt úti fyri meg, at mín tónleikur blívur remiksaður, men tað er nokk orsakað av júst hesum tingunum, at eg havi valt at gera tað. Tað er ein feit kensla í at bara prøva okkurt og vita, hvat hendir. Teir, sum hava remiksað, eru Rólant av Reyni (Spencer Jones), Janus Rasmussen (DJ·ÓR), Dan Helgi í Gong (Électro Valentíno), Dávur Poulsen (Playmo), Ólavur Jákupsson (Com-Data), Jón Jensen (Pulze) og Kjartan Magnussen (The Source). Afturat hesum fara vit eisini at hava DJing aftaná konsertina bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.
Útgávukonsertir og konsertferðir
Dánjal og bólkur hansara hava júst verið á einari konsertferð í Týsklandi, sum gekk ómetaliga væl, sæð út frá tí góðu fløgusøluni og framúr responsinum, tey fingu. Nú arbeiðir bólkurin við at fara aftur til Týsklands umframt at fara á konsertferð í Danmark. Men fyrst og fremst skulu útgávukonsertir spælast her í Føroyum nú í kvøld og um vikuskiftið.
Hoyr seks løg av The Palace á myspace.com/danjalmusic
The Palace útgávukonsertir
Hósdag 13. nov. klokkan 20.00: Bedura í Saltangará
Fríggjadag 14. nov. klokkan 22.00: Seglloftið á Tvøroyri v/ DJ Knýtil
Leygardag 15. nov. klokkan 21.00: Reinsaríið í Tórshavn v/ FRAU
Sjey føroyskir Djar hava gjørt remiks av løgum hjá Dánjal, sum eisini verða framførd á konsertunum
Fríggjakvøld og leygarkvøld er eisini Djing á skránni aftaná konsertina