Nú er nakað síðan, at leivdirnar av danska hervaldinum fluttu úr Mjørkadali oman í Telegrafstøðina, har Sjóbjargingarstøðin húsast á Tinghúsvegnum í Havn.
Mikudagin varð Færøernes Kommando formliga niðurløøgd, og samstundis varð nýggi stovnurin Arktisk Kommando stovnað. Hesin stovnurin hevur høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi, men hevur tó eina lítla deild í Føroyum við fýra starvsfólkum. Deildin hevur leigað seg inn hjá Sjóbjargingarstøðini.
Tað var sannur veitsludagur á gomlu telegrafstøðini mikudagin, men fyri fólkini var tað eisini ein sorgblíður dagur, segði Eli Lyngvej-Larsen, sum nú er leiðari á lítlu deildini í Føroyum.
Hann arbeiddi í fleiri ár í Mjørkadali, men hevur eisini verið við sjóverjuskipunum.
Har vóru umboð fyri løgtingið, ríkisumboðsmaðurin, starvsfólk, umboð fyri politiið og aðrir gestir. Yvir skype bar til at fylgja við hátíðarhaldinum, sum júst tá eisini var í Nuuk.
Margetha Drotning var til hátíðarhaldið í Nuuk, og tá ið hon hevði lýst henda nýggja ,yndugleikan sum stovnaðan, varð Dannebrog vundið á stong við síðuna av føroyska flagginum.
Hesi uppgávuni stóð manningin á verjuskipinum Triton fyri.
Arktisk Kommando yvirtekur uppgávurnar hjá Færøernes Kommando, og nýggi stovnurin er nú undir sama taki sum samstarvsfelagarnir MRCC og Tórshavn Radio.