Ferðasamband
Tað fer ikki at standa á hjá farmaskipinum Clare at fáa fast atløgupláss á Tvøroyri.
Tvørtur ímóti hevur ein samt býráð samtykt at geva Clare fast atløgupláss á Tvøroyri tvey kvøld um vikuna.
Tað er Smyril Line sum hevur spurt Tvøroyrar Býráð, um Clare kann fáa bryggjupláss á Tvøroyri tvær ferðir um vikuna.
Smyril Line ætlar nevniliga at sigla á Drelnes tvey kvøld um vikuna í sambandi við uttanlandssiglingina hjá Claire.
Ætlanin er, at Clare skal leggja at á Drelnesi hvørt fríggjakvøld á veg av Havnini til Hanstholm og aftur hvørt hóskvøld á veg úr Aberdeen til Havnar.
Býráðslimir á Tvøroyri fegnast um, at tað nú fer at bera til at sigla beinleiðis úr Suðuroynni til evropeiska meginlandið fríggjakvøld , tí tað fer at fáa stóran týdning fyri vinnulívið í oynni.
Sum er, mugu fiskavirkini gevast at arbeiða fisk longu seinnapartin hósdag fyri at fáa fiskin norður við Smyrli tíðliga hóskvøld, so at hann kann fara av landinum tilhanstholm hóskvøld.
Men nú verður beinleiðis ferðasamband úr Suðuroynni til Hanstholm fríggjakvøld og sostatt fáa virkini arbeitt fisk í eitt heilt samdøgur afturat og tað fær stóran týdning fyri tey.
Býráðslimir vístu, at hetta var eitt ferðasamband, sum tey høvdu sóknast eftir í fleiri ár, so teir fegnaðust um, at tað læt seg gera.
Nýggja ferðaætlanin kemur í gildið seinni í hesum mánaðinum.
Smyril víkja
Men samstundis er tað greitt, at ferðasambandið hjá Clare á Drelnes fer eisini at koma tvørt fyri hjá Strandferðsluni, tí Drelnes er eisini samferðsluhavn hjá Smyrli.
Og fríggjavkøld liggur ferðaætlanin so, at bæði Smyril og Clare koma á Tvøroyri at kalla í senn. Tað kann eisini henda, at trupulleikar tann vegin fara at stinga seg upp hóskvøld, tá í ólag kemur í siglingina av einhvørjari orsøk.
Men í Tvøroyrar Býráð er semja um, at tá í bæði skipini koma í senn, verður tað Smyril sum má víkja.
Sostatt er tað greitt, at hvørt fríggjakvøld, í vetur, og kanska okkurt hóskvøld við, tá ið ólag er á ferðaætlanini, fer Smyril at leggja at á gomlu kei á Tvøroyri á norðara armi, har hann legði at fyrr.
Tað verður tó ikki hildið at vera nøkur stórvegis forðing, tí fríggjakvøld er lítið og onki av tungum farmi við, mest ferðafólk og persónbilar, sum væl fáa brúkt síðuportrið, sum tað einasta, ið kann brúkast á Gomlukai.