Fór fyri hálvan prís

Kommunustýrið á Eiði samtykti mánakvøldið at keypa posthúsið á Eiði til kommunuskrivstovu..

Við hesum handlinum gjørdi kommunan ein góðan handil, sigur Rólant Poulsen, borgarstjóri.

Tá ið posthúsið læt aftur 1. januar í fjør, varð posthúsið lýst til sølu fyri 900.000 krónur. Kommunan bjóðaði 600.000 krónur, men Posta segði nei takk.

Posta ringdi aftur og vildi hava 750.000 krónur, men Eiðis kommuna stóð fast við sítt boð.

Tað næsta, sum hendi var, at posthúsið varð sett á sølulistan hjá Skyn, hóskandi boð 300.000 krónur.

Hetta fekk kommunan posthúsið fyri, og keypið var kontant.

Tað vil siga, at Posta kundi havt fingið 600.000 krónur men fekk bara 300.000 krónur.

Posthúsið verður gott at brúka til kommunuskrivstovu, tí tað er í einari hædd og beint inn frá vegnum.

Sum er leigar kommunan eini sethús fyri 4.000 krónur um mánaðin til kommunuskrivstovu. Borgarstjórin hevur skrivstovu í hjúnarrúminum, skrivstovufólk sita í stovuni, sigur Rólant Poulsen.