Síðani 1979 hevur Rolf Clemens Wagner sitið í einum týskum fongsli, tí hann varð funnin sekur í at hava verið við, tá formaðurin í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, Hans martin Schleyer, varð myrdur í 1977.
Fyri morðið fekk Rolf Clemens Wagner lívlanga fongsulsrevsing, men nú hava myndugleikarnir gjørt av at veita honum grið. Í einari kunngerð frá týska forsetanum, Johannes Rau, verður sagt, at hann sleppur úr fongslinum tann 10. desember.
Rolf Clemens Wagner var í yvirgangsfelagsskapinum Rote Armé Fraktion, sum hevði tætt samband við ein annan felagsskap, Baader-Meinhof. Í 1999 kunngjørdi felagsskapurin, at hann var givin við virksemi sínum. Fýra fyrrverandi limir, tríggir menn og ein kvinna, sita framvegis í fongsli.