Føroyska Linda Olsen, sum vann eina málningakapping av royalu familjuni, fær kortini ikki pengarnar, sum vórðu lovaðir fyri bestu myndina, skrivar tv2. Tað var Selskabet til Bevarelse af Det Danske Monarki, sum hevði lovað 10.000 krónur til næmingarnar á Kunsthøjskolen í Holbæk fyri bestu myndina. Men nú vilja tey kortini ikki gjalda.
Kappingin var annars einføld, mála besta málningin av krúnprinsafamiljuni og vinn 10.000 krónur, men eftir at hava stríðst í vikur við at mála, hevur felagið nú snýtt næmingarnar.
Tað var annars 18 ára gamla Linda Olsen úr Havn, sum vann kappingina, men hon sær kortini ikki í halaferðina á teimum mongu pengunum. Og tað harmar skúlastjóran, Michael Nielsen.
- Hon er sjálvandi sera vónbrotin, men soleiðis er veruleikin og tað má man venja seg við í hesi branchuni. Tað komu nøkur folk í Mercedes og pelsi og vístu áhuga fyri myndum av krúnprinsafamiljuni, men tá tey sóu myndirnar, hildu tey tær ikki vera 10.000 krónur verdar, sigur Michael Nielsen við tv2.