Fór inn í holu leyvunar

Tíðliga tollaksmessumorgun fór ein bilur útav í Kollfjarðabotni. Tíbetur hendi eingin skaði við føraranum, sum tí slapp sær niðan á vegin aftur. Ein løgreglumaður, sum var ávegis til Havnar til arbeiðis kom framvið, steðgaði og prátaði við føraran, sum segði seg vera glidnan útav vegnum, orsaka av hálkuni.
Blíði løgreglumaðurin tók óhappsrakta mannin uppí bil sín, eftirsum teir jú skuldu sama veg allíkavæl. Men sum teir koyrdu, varnaðist løgreglumaðurin, at alt ruggaði ikki rætt. Maðurin luktaði nakað nógv av alkoholi, og hann fylgdi tí við beinleiðis inn á støðina, har tað eisini varð staðfest, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka.
Hann verður tí ákærdur fyri at hava koyrt rúsdrekkakoyring, og at hava volt skaða.
Hví maðurin valdi at fara inn í holu leyvunar, og koyra til Havnar við einum løgreglumanni, eftir at hava gjørt eitt rúsdrekka óhapp, sigur søgan tó einki um.