Óhapp
?Hetta var onki minni enn ein vanlukka. Men tað er onki at gera, uttan at halda á.
Heri Hjelm, alari er ikki fallin í fátt, hóast alibrúk hansara hósdagin varð rakt av eini nattúruvanlukku, sum er tann álvarsligasta føroyskari alisøgu nakrantíð.
Í herviligum eystanbrimi mikudagin, slitu allir teir seks aliringarnar, Heri Hjelm hevði liggjandi innanfyri Skarvatanga í Froðba. Ringarnir róku tvørtur um fjørðin og á land á Tjaldavíkshólmi, har alt fór í knús.
Ímillum 600.000 og 700.000 fiskar vóru í ringinum og tað fór alt fyri skeytið. Tað, sum ikki er sloppið úr ringinum fór í briminum sum ringarnir lógu og veltist í briminum og tað eini løtuni var sjógvurin rundanum teir reyður av blóði.
Bæði Ólavur Hvíti og Grani royndi at bjarga ringunum, men teir komu ongantíð so nær at teir fingu enda á.
Nógvir endar hingu afturúr ringunum og vandi var fyri, at skipini skuldi fáa um skrúvuna og Heri Hjelm sigur, at hann legði teimum eina við, at teir máttu ikki seta hvørki manning ella skip í vanda.
Sostatt máttu skipini gevast við bjargingarroyndini og tískil fóru ringarnir á land, har alt fór í knús eftir lítlari løtu.
Heri Hjelm sigur, at fiskurin var tryggjaður, men bara fyri tað virðið, tað høvdu beint nú, tvs, at tryggingarupphæddin hækkar alt sum laksurin veksur. Men so skal sjálvábyrgd og annað dragast frá
? Tað ber ikki til at tryggja framleiðsluna og tað virði, sum tað hevði havt tá ið laksurin skuldi takast.
Myndina tók Leivur Nygaard