Føroyska flaggskipið, Norrøna, er í løtuni í dokk í Munkebo við Odense.
Høvuðsendamálið við dokkingini hesaferð er at seta eina nýggja roykreinsiskipan í. Norrøna hevur havt eina reinsiskipan, men hóast roynt hevur verið við tillagingum, so fekst hon ongatíð at rigga heilt sum hon skuldi.
Nýggja skipanin ger, at Norrøna fer at yvirhalda allar normar í sambandi umhvørvið.
Norrøna verður eisini málað og annað nú hon er í dokk.
Hon siglir aftur úr Føroyum 6. januar.