Fær onga ávaring afturat

? Vil Landsverkfrøðingurin ikki halda avtaluna um teir, sum rudda kava, fara teir hús, uttan orð ella boð

 

Sáttmálatræta


?Landsverkfrøðingurin fær onga ávaring afturat. Verður ikki friður nú, so verða vegirnir ikki ruddaðir, næstu ferð, tað fer at kava.

Sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Ósemja hevur aftur nú tikið seg upp ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingin um arbeiðskorini hjá teimum, sum rudda kava av landsvegunum um veturin.

Seinasta vetur var um reppið, at ikki øll samferðsla eftir landi varð løgd lamin, tí at ósemja tók seg upp ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag um korini hjá teimum, sum skulu rudda kava.

Men seinasta vár so varð sáttmáli gjørdur ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um kavarudding, og so var friður.

Men friðurin vardi ikki leingi, tí hesin veturin er ikki meiri enn komin, so er aftur ósemja um kavaruddingina.

Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Landsverkfrøðingurin vil ikki halda sáttmálan, sum varð gjørdur seinasta vár.

Hinvegin segði Landsverkfrøðingurin við Sosialin herfyri, at teir hildu sáttmálan í odd og egg.

Eitt ávíst samskiftið hevur verið ímillum partarnar um sáttmálan, men tað hevur ikki ført til nakað.

Og nú hevur Føroya Arbeiðarafelag fingið nokk.

Ingeborg Vinther ger púra greitt, at nú verður ikki meiri tosað, ikki meiri samráðst og ikki fleiri brøv skrivað.

? Vil landsverkfrøðingurin ikki halda avtaluna, verða menninir, sum rudda kava, sendir heim. Og so verða ongir vegir ruddaðir, sigur hon.

Hetta varð nevndin í Føroya Arbeiðarafelag samd um á fundi týsdagin.

Næstu ferð, tað fer at kava, fáa vit so at síggja, hvussu vorðið verður.

Tað er onki at ivast í, at verður ongin kavarudding , fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri alla samferðslu á landi, tí legst nakað av kava, fær ongin koyrt, uttan av vegirnir eru ruddaðir. Umframt at rudda kava, ger Landsverkfrøðingurin eisini eitt stórt arbeiði at stroya sand og salt á vegirnar, tá ið tað er hált. So tilsamans hava teir, sum rudda kava, eisini stóran týdning fyri ferðslutrygdina, umframt at teir halda vegirnar opnar.


Ósemja um tilkalling

Tað skilst at tað serliga er í samband við tilkallivaktir, at ósemja hevur tikið seg upp.

Arbeiðsmenninir, sum rudda kava, fáa løn fyri at vera tøkir, tá ið teir hava tilkallivakt. Tað, sum ósemjan ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Landsverkfrøðingurin, er um, er, hvussu hendan reglan í sáttmálanum skal tulkast.

Landsverkfrøðingurin sigur, at hann vil sjálvur gera av, nær tað er neyðugt at menninir eru tøkir. Ingeborg Vinther sigur, at tað stutta av tí langa er, at Landsverkfrøðingurin vil sleppa undan at betala tilkallingina.

Landsverkførðingurin hevur áður sagt, at teir eru sinnaðir at halda sáttmálan. Men er Føroya Arbeiðafelag ósamt við mátanum, sum Landsverkfrøðingurin tulkar sáttmálan, má felagið venda sær til Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí tað er arbeiðsgevarafelag, sum hevur sáttmálan.

Men Ingeborg Vinther sigur altso nú, at menninir verða tiknir heim uttan ávaring, um avtalan ikki verður hildin.

? Tað hevur verið so nógv stríð av hesum sáttmálanum, at nú hava vit mist tolið, so menninir verða heilt einfalt tiknir heim uttan aðra ávaring, næstu ferð vit fáa boð um, at avtalan ikki verður hildin, sigur hon.