Eitt áralangt stríð um eina gamla bingju, fær nú loksins ein enda
Talan er um eina 40 fót bingju sum ein bóndi hevur brúkt at goyma hoyggj í
Men tað hevur tikið útvið 20 ár at fáa enda á sakini og nú má bóndin taka bingjuna burtur - ella í minsta lagi flyta hana einar 100 metrar.
Áðrenn hann setti bingjuna upp, spurdi hann bæði kommununa og Landsverk, men haðani var ongin viðmerking.
Bingjan stendur einar 200 metrar frá eini á og tað er ólógligt, tí av tí, at áin er meiri enn fýra metrar breið, krevur náttúrufriðingarlógin, at hon er minst 300 metrar burtur frá.
Tí varð málið tikið upp og síðani hevur tað reikað runt í skipanini, har bæði friðingarmyndugleikar, kommunustýri og Føroya Rættur hava verið upp í leikinum.
Men nú fær tað ein enda. Føroya Rættur dømdi nakað síðani bóndan at fáa bingjuna burtur av staðnum, men hann hevur ikki aktað.
Bóndin skilir nevnliga ikki, hví akkurát hansara bingja skal takast burtur úr rúgvuni, tí tað stendur eitt ótal av bingjum og sløðist í haganum.
Trupulleikin er, at hansara bingja stendur nærri enn 300 metrar frá eini á, sum er minst fýra metrar breið og tað er munurin á hansara bingjum og øðrum bingjum.
Tí er hann einaferð enn drigin í rættin, har ákærin vil áleggja honum at betala bót fyri at sýta at gera eftir boðum. Men harafturat skal bóndin hava tvingsilsbøtur, til bingja er burtur.
Og har varð enn einaferð staðfest, at bingjan skal flytast. Men av tí, at hon er full av hoyggi, fær bóndin freist til 1. juni.
Samstundis fær hann 3000 krónur í bót fyri ikki at hava aktað tann dómin um, at bingjan skal burtur. Og aktar hann heldur ikki hesuferð, so at hann hevur beint bingjuna burtur í seinasta lagi, 1. juni, fær hann aðrar 3000 krónur í bót um mánaðin, til hann hevur gjørt eftir boðunum.
Bóndin boðaði rættinum frá, at hann er sinnaður at akta boðini og tí má hann í minsta lagiflyta bingjuna einar 100 metrar.