FOSTURTØKA
- Jesus, Mohammed ella Allah. Óansæð hvat vit trúgva uppá, so skal kvinnan ráa yvir egnum kroppi, og tí fáa tær fosturtøku hjá mær. Hesi vóru orðini frá einum av føroysku kommunulæknunum, sum luttók í kanningini hjá Sosialinum. Átrúnaður hevur sambært føroysku læknunum alt at siga, tá teir einstøku læknarnir skulu lata avgerð fella, um kvinnuligi klienturin skal fáa fosturtøku ella ikki. Av teimum 20 spurdu eru 16 fyri fosturtøku og fýra ímóti. Tað eru 27 kommunulæknar í Føroyum. Ein vildi ikki úttala seg, meðan tað ikki hevur borið til at fáa orð á teir síðstu seks læknarnar.
- Eg fari ikki at loyva kvinnum at drepa sítt barn. Hetta segði ein kommunulækni, sum má sigast at verða ímóti fosturtøku.
Fosturtøkulóggávan leggur upp til, at avgerðin liggur hjá hvørjum einstøkum lækna, og hesum eru teir spurdu læknarnir eisini samdir í. Hóast fyri ella ímóti eru læknarnir samdir í, at praksis er heilt øðrvísi, enn tað sum lógin leggur upp til. Ein lækni sigur soleiðis um støðuna:
- Í praksis er tað upp til okkum sjálvi, um vit vilja loyva kvinnum fosturtøku ella ikki. Til dømis er vanliga grundgevingin fyri at loyva fosturtøku, at kvinnurnar kunnu gerast sálarliga sjúkar, um tær verða noyddar at føða barnið, men hetta er bert giting og verður nýtt, tá eingin verulig grundgeving er fyri, hví júst tann kvinnan skal fáa fosturtøku.
Lógin skal endurskoðast
Tað tykist, at sannleikin handan fosturtøku praksis í Føroyum er, at læknarnir sjálvur spæla Gud ella kanska í hesum føri Svartiper.
- Vit vilja ikki sita við tí valdi, at vit kunnu avgera lagnurnar hjá kvinnum á handan hátt, sigur enn ein lækni í samrøðu við Sosialin. Og hetta tykist verða semja um.
Av teimum spurdu vóru bert tveir læknar, ið mettu fosturtøkulógina verða nøktandi í dagsins líki. Breið semja var tó um, at tað er alneyðugt at endurskoða fosturtøkulóggávuna, tí hon als ikki er tíðarhóskandi.
- Læknar skulu ikki vera dómarar, og landið má taka ábyrgd av lóggávuni og ikki gera okkum til svartaper, sigur ein lækni.
Hetta siga læknarnir um fosturtøku
Hetta siga læknarnir
”Vit kunnu ikki ómynduggera vaksin fólk. Um tær ynskja fosturtøku, so loyvið eg teimum tað”
“ Eg eri sannførdur um, at átrúnaliga fatanin hjá læknunum er størsta orsøkin til, at summar kvinnur fáa nei og summar ja”
“ Fosturtøkulógin er ein elastiklóg, sum kann toyggjast alla vegir, og tað geri eg mangan, kb við tí endamáli at geva kvinnunum tað tær ynskja”
“ Um eg sigi nei, so leita tær sær bara víðari til onkran, sum sigur ja, so hví skal eg siga nei?”
“Um lógin skal broytast, skal tað verða til fría fosturtøku, annars skal hon ikki rørast”
“Tað er av etiskum orsøkum, at eg ikki loyvi kvinnum at fáa fosturtøku, men onkuntíð kann mann verða noyddur, men tað er í heilt ekstremum førum”
“Meginpartur av teimum fostrunum, sum verða burturbeind, kundu verið framtíðar menniskju í okkara samfelag, sum høvdu fungera væl, so eg haldi tað er skeivt at drepa tey”
“Orsøkin til, at eg eri ímóti er tí, at eg eri kristin og vil tí ikki verða við til at gera slíkt, sum er ímóti mínari persónligu sannføring”
“Tað er sjálvandi munur á, um ein kvinna kemur til mín ella fer til ein trúgvandi lækna. Um hon kemur til mín fær hon tað hon til hava. Um hon fer til ein trúgvandi lækna, so er garanterað einki at gera hjá henni”
“Átrúnaður hevur alt at siga, tá avgerðir skulu takast um fosturtøku”
“Vit eiga at endurskoða lógina, soleiðis at vit fingu sett sálarliga hjálp og ráðgeving sum eitt lógarkrav”
“Teir trúgvandi læknarnir halda, at kvinnur skulu ikki ráa yvir egnum kroppi, men at Várharra skal taka avgerð um tað. Tað er heilt ótrúliga løgin hugburður at hava í ár 2008”
“Eg haldi, at kvinnuligu læknarnir skilja betri kvinnurnar enn mannligu læknarnir”
“Kommunulæknar gerast til svartiper ferð eftir ferð, tí lógin vil hava, at vit skulu vera evsta valdið í fosturtøkumálum”
“Tað er so galið, at fólk runt í Føroyum byrja at tosa um, hvør er “abortlækni” og ikki. Og hetta bara tí, at vit hava so knívskornar læknar, sum antin eru hundra prosent fyri ella hundrað prosent ímóti”