Fýra bilar í ferðsluóhappi

Landsvegur við Hvalvík er stongdur bæði suðureftir og norðureftir orsaka av einum ferðsluóhappi fyri løtu síðani

Stutt eftir klokkan 17 fekk alarmsentralurin eina fráboðan um, at fýra bilar høvdu verið í einum ferðsluóhappi á landsvegnum við Hvalvík.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey hava sent fleiri løgreglubilar umframt sjúkrabilar og sløkkilið á staðið, men tey duga enn ikki at siga, hvussu støðan er hjá teimum, sum hava verið við í óhappinum.

Óhappið hevur eisini við sær, at landsvegurin er stongdur bæði suðureftir og norðureftir, og tí eru langar bíðirøðir av bilum á leiðini.