Trý fólk afturat umframt eina kvinnu eru deyð undir ófriðinum við Kongressina í USA.
Tað upplýsir Robert J. Contee, stjóri fyri løgregluna í Washington D. C., tíðliga í morgun okkara tíð.
Ein kvinnuligur fjeppari hjá Donald Trump, forseta, varð skotin, tá hon saman við øðrum mótmælisfólkum trokaði seg inn í kongressbygningin.
Kvinnan, sum sambært manninum var svorðið viðhaldsfólk hjá Turmp, doyði seinni av skaðanum.
Harumframt er trý fólk afturat deyð undir mótmælunum av »medisinskum komplikatiónum«, upplýsir løgreglustjórin í amerikanska høvuðsstaðnum.
52 fólk eru handtikin í sambandi við uppreisturin, leggur Robert J. Contee afturat.
Tað var seinnapartin í gjár at mótmælisfólk troakðu seg inn í kongressbygningin, meðan politikararnir vóru í ferð við formliga at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden á forsetavalinum.
Stutt fyri klokkan 18 lokala tíð, tá útgongubannið var sett í verk, boðaði løgreglan frá, at kongressbygningurin aftur var tryggjaður.
/ritzau/Reuters