Í løtuni fiska fýra føroysk línuskip, trý ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip, í grønlendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey av ísfiskalínuskipunum væntandi koma heim at landa í endanum av næstu viku, og hitt triðja kemur í aðru viku.
Føroysku línuskipini í Grønlandi fáa mest av toski og so nakað av brosmu.
Tvey føroysk ísfiskalínuskip fiska eisini á Íslandsrygginum, og hesi skipini koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Hesi skipini hava mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
- Trý frystilínuskip eru eisini undir Føroyum. Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men helst fer okkurt ísfiskalínuskip út um vikuskiftið, verður lagt aftrat.
Streymurin verður góður, og veðurútlitini fyri næstu viku eru eisini góð. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.