Fýra farnir á sjónum

Eins og undanfarnu ár, skip­­­ar Føroyska Sjó­mans­­­mis­s­­­­iónin ­fyri minn­­ing­­a­r­­hald­­ið teirra sjó­lætnu alla­halg­­ann­a­dag, mán­a­dagin 1. november.

Minn­ing­ar­hald­ið verð­ur á Vinn­­­u­há­skúl­a­num, Nó­­a­­tún 2, í Havn, kl 10, har Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, løg­mað­­ur og Der­hard Jógv­an­son, prest­ur tala

Aftaná verður farið nið­an til minn­is­varð­an í Við­ar­­lund­ina, har løgmaður legg­­ur krans.

Øll eru vælkomin til minn­­ing­­ar­­hald­ið.
Fýra mans eru farnir á sjó­num síðsta árið

Teir eru:
Hilbert Martin Blástein, Við­­ar­­eiði, doyði umborð á »Pol­­ar­hav« 12/11-09, 29 ára gamal.

Hans Jørgen Dam, Sand­a­vági, doyði umborð á donsk­um farmaskipi við Florida 20/11-09, 68 ára gamal.

Martin Sofus Johannesen, ætt­­að­ur úr Klaksvík, drukn­aði við Bursatanga 15/5-2010, 52 ára gamal.

Finn Jacobsen, Vágur, hvarv av bingj­u­skip­i­­num »Taas­inge Maersk« í juli 2010, 53 ára gamal.