Tvey umfør í Effo-deildini eru á skránni í páskafrítíðini. Fimta umfar verður skírisdag, og sætta umfar verður 2. páskadag. Eftir fjórða umfar er tað rættiliga tætt í toppinum. NSÍ er framvegis fremst, men eitt stig aftanfyri eru EB/Streymur, HB og B36.
Meðan NSÍ sunnudagin í Fuglafirði tapti fyri fyrstu ferð í ár, so er tað felags fyri EB/Streym og havnarfeløgini, at tey hava vunnið úrtøku burturúr øllum fýra umførunum.
Felags fyri uppflytararnar í B68 og á Skála er, at tað higartil ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku. B68 og Skála eru niðast við einum stigi í part, og, sum tað varð roknað við undan kappingarbyrjan, so er dagsskráin á Toftum og á Skála at stríðast fyri at sleppa burtur úr botninum.
Tað er møguleiki fyri, at støðutalvan 2. páskakvøld fer at venda øðrvísi, enn hon ger í dag, men fyribils eru ÍF og KÍ í miðjuni saman við AB, sum ikki hevur vunnið síðani í Serpugerði í fyrsta umfari, og Víkingi, sum sunnudagin vann fyrsta sigurin, ið var ímóti toftamonnum.
KÍ skal verja borg á páskum
• KÍ-AB skírisdag
• KÍ-Skála 2. páskadag
Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við tað, sum hansara menn sunnudagin vístu fyrsta hálva tíman við Margáir. Hesa løtuna spældi EB/Streymur KÍ sundur og saman, og um marginalirnir vóru við, so kundi støðan havt verið uppaftur verri fyri KÍ, sum var aftanfyri 2-0, áðrenn tað kom skil á liðið:
-Nú fokusera vit á, at AB kemur norður higar hósdagin, og tá ið tann avbjóðingin verður av, so fara vit at fokusera á, at Skála kemur norður mánadagin. Ein av avbjóðingunum er, at vit skulu vera klárir frá fyrsta bríksli. Tað vóru vit ikki ímóti EB/Streymi, og tí taptu vit. Tað hava vit vónandi lært av, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Eftir tríggjar torførar útidystir – ímóti ÍF, HB og EB/Streymi – eiga tit nú heimavøll ímóti AB og Skála. Tað vil siga, at tit eru favorittar at vinna seks stig á páskum?
-Higartil hava vit bara spælt á heimavølli ímóti Víkingi, og tað gekk væl. Tað er fyrst og fremst á heimavølli, at sigrarnir skulu vinnast. Vit hava stóra virðing fyri bæði AB og Skála, men sjálvandi vóna vit at vinna.
Tað er strika í rokningini, at KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð ikki hevur verið førur fyri at spæla seinastu ferðirnar, men bæði hann og Heðin Klakstein vera við hósdagin. Gunnar Christiansen er leikbannaður. Hann sá gult ímóti EB/Streymi, og tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sá hann aftur gult og harvið reytt.
B68 byrjar frá botninum
• B68-B36 skírisdag
• B68-AB 2. páskadag
Einasta stigið, sum B68 higartil hevur vunnið, var í øðrum umfari ímóti EB/Streymi á heimavølli. Ta ferðina var úrslitið 1-1. Nýggi vongverjin í vinstru Bergur Gregersen varð sagdur at vera málskjútti, men á dómaraseðlinum stendur, at tað var Gert Hansen hjá EB/Streymi, sum gjørdi sjálvmál. Hetta er einasta málið, sum B68 hevur fingið burturúr fyrstu 360 minuttunum.
Jógvan Martin Olsen er saman við Øssuri Hansen venjari á Svangaskarði. Dagsskráin er heilt øðrvísi, enn hon var, tá ið hann saman við Víkingi kappaðist um fremstu plássini og í europeiskum fótbólti:
-Vit eru farnir undir at byggja felagið og liðið upp av nýggjum. Nógvir spælarar eru blaðungir, og teir eru fáir, sum hava nógvar royndir. Tí ræður tað um at fáa grundleggjandi viðurskifti upp á pláss. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir vísa góðan hugburð undir venjing. Setningurin er at fáa liðið samanspælt. Tølini siga, at tað ikki minst er í álopspartinum, at avbjóðingin er stór, men tað er ikki øðrvísi enn so, at vit halda møguleikan vera góðan at vinna úrtøku, tá ið vit eiga heimavøll. Nú fáa vit fyrst vitjan av B36, sum hevur fingið góða byrjan, og so av AB, sum er svangt eftir at vinna stig, og vit rokna við møguleikanum, at tað skal bera til hjá okkum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Á heimavølli ímóti B36 hava toftamenn ofta staðið seg væl. Í 2012 endaði tað 1-1, og í 2011, tá ið B36 varð meistari, endaði fyrri dysturin 2-2, meðan B36 við 3-2 sigri á Svangaskarði í 22. umfari tók stórt stig fram ímóti FM heitinum.
B68 og AB hava ikki so ofta dystast í bestu deildini, og argjamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum á Toftum. Í 2010 endaði fyrra uppgerðin á Toftum 1-1, meðan B68 vann seinnu ferðina 3-0. Í 2009 vann B68 1-0, og seinnu ferðina endaði tað við málleysum javnleiki.
Á Argjum hevur fótbóltslagið onkuntíð verið betri, enn tað er nú. 1-1 á heimavølli ímóti Skála var stórt vónbrot, men tað hevði verið uppaftur verri, um Sorin Anghel ikki hevði javnað í evstu løtu. Kortini heldur hjálparvenjarin Oddbjørn Joenen seg duga at síggja onkran glotta:
-Í 2. hálvleiki gekk nógv betur. Vit arbeiddu væl, og tá høvdu vit fleiri góð innlegg. Í 1. hálvleiki var tað ov nógv upp á tvørs og aftureftir, og tá skaptu vit ov lítið, sigur Oddbjørn Joensen við AB heimasíðuna, og hann hevur gott mót:
-Um vit spæla sum í 2. hálvleiki, so so verða vit málsóknir, heldur Oddbjørn Joensen.
Tvey av teimum fremstu vitja ÍF
• ÍF-EB/Streymur skírisdag
• ÍF-B36 2. páskadag
Eftir tap í tveimum teimum fyrstu umførunum, tá ið trý mál fóru ígjøgnum hvørja ferðina, hava silvurvinnararnir í Fuglafirði fótað sær. 3-0 heimasigur á uppflytarunum í B68 og 2-1 heimasigur á toppliðnum NSÍ siga, at ÍF hevur tak á verjupartinum, og ímóti NSÍ skoraði Clayton Soares fyri fyrstu ferð í ár.
-Sambært hagtølunum, so hevur NSÍ í 13 dystum vunnið 31 stig við málmuninum 40-19. Teir hava bara tapt tvær ferðir, og báðu ferðirnar hevur tað verið ímóti okkum, staðfestir ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Í miðverjuni er superveteranurin Bartal Eliasen sannur brandur. Merkisvert er tað, at hann leygardagin vann FM í flogbólti og sunnudagin stóð seg so væl ímóti NSÍ. Undir liðini á honum hevur 18 ára gamli Poul N. Mikkelsen spælt allar fýra dystirnar á tamb, og hann hevur verið ógvuliga sannførandi.
-Eg eri nøgdur við liðavrikið ímóti NSÍ og ikki minst verjukenda partin. Clayton var hálvsjúkur, men hann er komin fyri seg aftur, og nú fokusera vit á heimadystirnar á páskum. Á heimavølli ætla vit at vinna hvørja ferð. B36 hevur ikki tapt enn, og hjá EB/Streymi gongur tað rætta vegin, men tað ræðir okkum ikki, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Í kvøld verður greitt, um Jákup Mikkelsen verður førur fyri at spæla í morgin.
-Vit sakna Jákup, men vit hava víst 19 ára gamla eykamálverjanum álit, og hóast Hallgrím G. Hansen ikki hevur nógvar royndir í fremstu røð, so hevur hann livað upp til tað, sum tað kann roknast við, sigur Albert Ellefsen. ÍF venjarin fegnast um, at Jan Ó. Ellingsgaard er tøkur í páskafrítíðini, hóast hann ikki enn er so væl fyri, sum hann hevur verið undanfarnu kappingarárini.
ÍF plagar at hava gott tak á B36 í Fuglafirði. Í síðsta umfarinum í fjør vann B36 tó 3-1 í Fløtugerði.
-Tá var alt avgjørt hjá okkum, og Clayton var ikki við. Teir spældu fyri at vinna bronsuna, og tað megnaðu teir. Nú er aftur talan um javna kapping, og lagið er gott eftir sigurin á NSÍ, sigur ÍF venjarin.
Í B36 hava teir gott mót:
-Vit hava ikki tapt enn, hóast vit tvær tær seinastu ferðirnar hava spælt ímóti teimum báðum liðunum, ið verða søgd at vera størstu favorittarnir at vinna FM, verður staðfest á B36 heimasíðuni.
Hóast B36 hevur verið illa skaðaplágað, so vísir tað seg sum um, at felagið heldur fram við at finna nýggjar skikkaðar spælarar. Ímóti HB var tað nýggi miðverjin Andrias Eriksen, ið var eyðsýndur.
HB fær vitjan av toppinum
• HB-NSÍ skírisdag
• HB-Víkingur 2. páskadag
Sammett við hini feløgini eru havnarfeløgini oftari á heimavølli. Fríggjakvøldið var HB á útivølli ímóti B36, og nú bíða tveir heimadystir á páskum. Meistararnir verða roknaðir at vera FM favorittar, og hóast tað leikliga ikki alla tíðina hevur verið so sannførandi, sum tað kann roknast við, tá ið spælararnir eru so góðir, so vísir støðutalvan, at tað bara er eitt stig upp á toppin.
Felags fyri HB og toppliðið NSÍ, sum hittast í morgin, er, at leikliga avrikið í 1. hálvleiki í 4. umfari ikki var nakað at reypa av. Tað vóru venjararnir báðir samdir um.
NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, segði eftir 2-1 tapið í Fuglafirði, at hetta kundu hansara menn ikki bjóða fólki eina ferð aftrat, og tað var væl betri í 2. hálvleiki, sum NSÍ vann 1-0.
HB venjarin, Heðin Askham, var eisini opinskáraður eftir 1-1 javnleikin ímóti B36:
-Leikliga avrikið í 1. hálvleiki var serstakliga vánaligt. Kortini vunnu vit tann hálvleikin 1-0, og eftir steðgin reistu vit okkum, og tá kundu vit havt skorað bæði eitt og tvey mál aftrat.
HB er ósigrað, og hjá meistarunum er dagsskráin altíð – serliga á heimavølli – at vinna trý stig. Fótbóltshugað munnu minnast ólavsøkudag í fjør, tá ið HB vann 3-2 á NSÍ, sum rættiliga beit frá sær, men ikki hevði eydnuna við sær í avgerandi støðunum. Ta ferðina var Símun Samuelsen trífaldur HB málskjútti. Símun er ikki enn komin fyri seg, og hann sakna teir nógv í HB.
Endurtaka grannauppgerð
• Skála-Víkingur skírisdag
Í fyrsta umfari í steypakappingini vann Víkingur á heimavølli ímóti Skála. Tá var talan um heilt greiða yvirvág til heimaliðið. Hóast eina rúgvu av málmøguleikum, so gekk tað striltið at fáa mál. Víkingur vann tó 2-0 ímóti uppflytarunum, og síðsta sunnudag var aftur talan um heimasigur ímóti uppflytara. B68 helt leingi tørn, og aftur ta ferðina gekk tað illa hjá teimum ljósabláu at umseta møguleikar til mál.
Finnur Justinussen hevur nógvu tey seinastu árini verið besti málskjútti í Víkingi. Higartil hevur hann verið sørur í landskappingini. Einasta málið var tað í 2-0 steypasigrinum ímóti Skála:
-Lagið er gott, og at tað eydnaðist at vinna 1-0 ímóti B68 var sera týdningarmikið. Vit halda okkum ikki at hava havt marginalirnar á okkara síðu. Positivt er tað, at vit hava spælt okkum til nógvar málmøguleikar, men sjálvandi harmast vit um, at tað ikki hevur eydnast at skora málini, sum vit hava havt møguleikar at fáa, sigur Finnur Justinussen.
Og hjá tær hevur tað ikki gingið, sum tað plagar?
-Tað er rætt. Liðfelagarnir hava spælt meg leysan fleiri ferðir, men higartil hevur tað ikki eydnast. Eg rokni fult og fast við, at tað fer at gleppa, og tíbetur vísir tað seg ofta, at tá ið tað eydnast, so verður talan um ein stima. Soleiðis vóni eg, at tað eisini fer at verða hesa ferð.
Darvar tað teg, at tað higartil ikki hevur eydnast?
-Tað er ikki frítt, at tú hugsar um tað. Undir venjing gongur tað fínt, og eg havi framvegis álit á, at tað eisini fer at eydnast í landskappingini. Vit ætla okkum trý stig á Skála. HB í Gundadali er stórur biti. Talan er um lyklauppgerð, um vit ikki longu nú skulu missa ov nógv sammett við meistararnar, og vit halda, at møguleiki er at fáa úrtøku og kanska at vinna. Hjá HB minnir gongdin um hana hjá okkum, sigur Finnur Justinussen.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin á Argjum síðsta sunnudag var Skála frammanfyri 1-0. AB javnaði, og fyri Skála kendist tað at vera stórt vónbrot, hóast hetta var fyrsta stigið, sum varð vunnið síðani uppflytingina.
-Tað var um reppið, at vit prógvaðu fyri okkum sjálvum, at tað ber til at vinna í bestu deildini, men tað eydnaðist ikki. Her eru nakrir góðir spælarar. Kanska ikki so nógvir, men teir skulu mennast, og gera teir tað, so fara vit at megna tað, sigur Pætur Dam Jacobsen, ið er veteranur á Skála liðnum, har hann hevur spælt eins nógvar dystir í bestu deildini sum allir hinir tilsaman!
Sundalagið hevur funnið stevið
• EB/Streymur-NSÍ 2. páskadag
Eftir trilvandi fyrstu umfør, tá ið tað endaði 1-1 á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti B68, siga tølini, at EB/Streymur hevur fótað sær. 3-0 ímóti Skála og 3-1 ímóti KÍ á heimavølli siga sína søgu.
Skírisdag skal EB/Streymur til Fuglafirðar, og 2. páskadag kemur NSÍ á vitjan.
-Talan er um lyklauppgerðir hjá okkum. Vit eru ógvuliga væl nøgdir við avrikið ímóti KÍ. Í 1. hálvleiki vóru teir ov ofta vandamiklir, men tað broyttu vit upp á. Tí vóru vit ikki so framrættaðir í 2. hálvleiki, men tað var eingin ivi um, at vit høvdu tak á tí, sigur væl nøgdi EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe.
Hann fegnast um, at tað nú er kapping um plássini:
-Tað er týdningarmikið, nú tað er stutt millum dystirnar, og harvið styttri tíð at koma fyri seg eftir dystirnar. T. d. hava bæði Pól Jóhannus Justinussen og Niels Pauli Danielsen nú onkran trupulleika at dragast við.
Hví gongur tað betri nú, enn tað gjørdi í fyrstu umførunum?
-Fleiri av spælarunum vandu ikki við beinanvegin. Nú eru teir komnir fyri seg, og tað hevur stóran týdning, at Høgni Madsen er spældur inn á verjukenda miðvallarplássið.