Fýra fingu frí næstu ferð

At útispælarar brúktu hondina á málstrikuni og at neyðbremsan varð tikin til hjálpar, kostaði fýra reyð kort í sjey steypadystum

Fótbóltur: Átta uppgerðir í kappingini um Løgmanssteypið skuldu verið spældar leygardagin. Líkindini vóru ikki góð, og á Vágseiði vóru tey so mikið vánalig, at tað ikki var hugsingur um at spæla fótbólt. Lars Müller hevði fingið uppgávuna at halda skil á, tá Vodafone-liðið hjá FC Suðuroy og 2. deildarliðið hjá Skála skuldu spæla, men dómarin bríkslaði ongantíð, tí dysturin varð útsettur.
Bara eitt annað felag, sum ikki er í bestu deildini, er framvegis við í kappingini um løgmanssteypið. Tað er FC Hoyvík, sum vann 2-0 á TB í 1. deildaruppgerð á niðara vølli í Gundadali. Málskjúttar vóru Jørgen Meitilberg og Bogi Hermansen, sum áður hevur spælt í B36.
Tríggir steypadystir vóru í høvuðsstaðnum leygardagin, og eftir skránni skuldi ein fjórði eisini verið spældur í Havn, men orsakað av vallartrongsli, var uppgerðin millum 3. deildarliðið Undrið FF og ÍF í Vodafonedeildini flutt til Fuglafjarðar.
Nýggi ÍF-miðvallarin, Karl Løkin, skoraði einasta málið í dystinum. Líkindini vóru vánalig, og tað sást aftur á spælinum. Hjá ÍF restaðu teir báðir, sum eru ætlaðir til fremstu plássini á liðnum. Í Fuglafirði verður vónað, at Rógvi Jacobsen og Øssur Dalbúð verða tøkir, tá ÍF mikukvøldið skal spæla landskappingardyst í Runavík.

Nógv mál á Sandi
Í vindinum og kuldanum leygardagin sóu fýra spælarar beinleiðis reytt kort. Flestu málini vórðu skorað á Sandi, har Súni Olsen var stóri málslúkurin. Eina lítla løtu fram ímóti dystarenda var B71 omaná 2-1 ímóti steypavinnaranum frá 2009, Víkingi.
Miðverjin, Atli Gregersen, hevði undan hvíldini við forkølaðum langskoti lagt Víking á odda. Bólturin stiklaði á váta vøllinum og snýtti Pedrag Marcovic. Nýggi baltiski B71 miðverjin, Bojan Zivic, stútaði eftir horna til 1-1, og B71 liðformaðurin, Símin Hansen, legði sandoyingar á odda.
So tók Súni Olsen sær um reiggj. Hann javnaði til 2-2 við drønandi góðum frísparki. Í longdu leiktíðini umsetti hann brotsspark til 3-2, og so staðfesti hann hattrikkið og 4-2 sigurin.
Símin Hansen varð rikin av vølli fyri at bjarga við hondini. Tað var upprunin til 3-2 málið. Tískil verður Símin leikbannaður, tá ið B71 skírisdag fer at spæla á Toftum.

B68 vann greitt
B68 livir framvegis í steypakappingini. 3-0 heimasigurin á 07 Vestur kom til høldar í seinna hálvleiki. Miðverjin, Jóhan Dávur Højgaard, umsetti brotsspark, sum 07 Vestur-málverjin eitt sindur klossut hevði framt ímóti Ahmed Keita, til 1-0.
Ein tími var farin, tá Eli Falkvard hjá 07 Vestur varð rikin av vølli fyri at nýta neyðbremsuna ímóti Jóhan Peturi Poulsen. Tískil verður Eli leikbannaður, tá teir næstbestu hjá NSÍ leygardagin koma á vitjan í Vágum.
Ellivu ímóti tíggju skoraðu toftamenn tvær ferðir aftrat: Poul N. Poulsen skoraði fyrstu ferð fyri B68, og Ndende økti til 3-0. Næstsíðsta fótin átti í báðum førum innskiftir spælarar – ávikavíst Øssur Hansen og Dánjal Pauli Højgaard.

Tvær ferðir reytt
Á Argjum hevði Ransin Djurhuus tvær ferðir reyða kortið á lofti. Nikolai Eriksen hjá AB sá reytt fyri hevnissøku í 68. minutti, tá støðan enn var 1-0 til AB, eftir at Evrard Blé hevði skorað. Henry Heinesen javnaði við brotssparki, tá Álvur F. Christiansen var feldur.
Í yvirtíðini sá KÍ-miðverjin, Sørmund Kalsø, eisini reytt, tá hann eftir hornaspark vardi við hondini á málstrikuni. Evrard Blé umsetti brotssparkið til mál, og Kenneth Jacobsen staðfesti síðani 3-1 AB-sigurin.
Tá KÍ í 1. deild leygardagin fer at taka ímóti FC Hoyvík, hevur Sørmund Kalsø karantenu, og tað sama hevur Nikolai Eriksen, tá AB skírisdag fer at vitja í Gøtu.