Fýra flogbóltsdystir í kvøld

Mest áhugaverdi dysturin er tann í Sørvági, har SÍ tekur ímóti Fleyr. SÍ fekk sunnudagin fyrsta tapið í vetur, meðan Fleyr, ið ikki hevur havt úrslitini við sær síðstu vikurnar, skal seta ferð á endaspurtin nú, um liðið skal gera seg galdandi, nú kappingin er farin at halla.

 

Mjølnir, sum er á triðja plássi, tekur í Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti ÍF, sum framvegis kappast við KÍF fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Mjølnir er stórfavorittur her.

 

Tað sama er Drátti í sínum dysti á Giljanesi ímóti KÍF. Dráttur hevur við steypafinaluplássinum helst fingið tað burturúr, sum røkkast kann hetta kappingarárið, meðan KÍF síðstu dystirnar aftur hevur verið sama »kanónføði«, sum liðið var fyrst í kappingini.

 

Hjá monnunum hittast Mjølnir og Fleyr í Klaksvík. Mjølnir, sum tapti fyri SÍ leygardagin, skal reisa seg aftur, og Fleyr hevur í kvøld ein av seinastu møguleikjunum fyri at sleppa upp í part í finalustríðnum.

 

Eik-ligan, kvinnur

Mjølnir-ÍF (kl. 17.30)

SÍ-Fleyr (kl. 19.00)

Dráttur-KÍF (kl. 19.00)

 

Eik-ligan, menn

Mjølnir-Fleyr (kl. 19.30)