VELJARAKANNING
Jógvan Mørkøre
Í umfatandi veljarakanningini, ið varð gjørd í vikuni, fæst ein hóming, hvat ið vit kunnu vænta okkum av spenningi í einstøku valdømunum, nú fáar vikur eru til valið. Sambandsflokkurin stendur til at fáa eitt framúr gott val. Ikki bert tí at hann stendur til at gerast størsti flokkur, men serliga tí at hann klárar seg so avbera væl í einstøku valdømunum. Fólkaflokkurin má taka til takkar við bert trimum valdømisvaldum. Og teir smáu flokkarnir verða ikki umboðaðir, so tingið verður fyri fyrstu ferð, síðani lógin varð broytt í 1978, mannað við minni enn 32 tinglimum.
Góða hálið hjá Sambandsflokkinum.
Gongur sum spátt í kanningini, so fær Sambandsflokkurin 9 tinglimir, allir valdømisvaldir. Hann fær umboðan í øllum valdømum uttan í Sandoyar valdømi. Og fleiri staðni ikki bert tað eina umboðið, men tvey. Í Eysturoynni fær hann sum vant tvey umboð, og í Suðurstreymoy sum væntað somuleiðis tvey. Bumban hesaferð er, at hann tekur eisini bæði umboðini í Vágunum ? og tað so ruddiliga. Vil tað væl við hjá honum, so fær hann eins og Javnaðarflokkurin tvey umboð í Suðuroy ? sum Tjóðveldisflokkurin noyðist at lata. Tað er tætt ímillum hesar báðar, hvør ið eigur hin fjórða valdømisvalda í oynni. Hinvegin, so er tann valdømisvaldi í Norðoyggjum ikki so tryggur, tí tað er í kapping við Fólkaflokkin ? og kanska Tjóðveldisflokkin ? hvør ið skal hava hin fjórða valdømisvalda.
Rakar tíðir hjá Fólkaflokkinum?
Hjá Fólkaflokkinum skerst illa í kanningini. Trý valdømisvald er alt og uttan minsta møguleika at vinna tinglimin aftur ? uttan sum eykavaldan ? í Vágunum, Norðurstreymoy og Sandoy. Hinvegin so fær hann tríggjar eykavaldar uttan at noyðast at togast við aðrar flokkar um hesar, tí teir smáu koma ikki inn um tinggáttina upp á 3,7 %, og býtið millum hinar kappingarneytarnar lagar seg so, so eingin teirra fær lut í teimum eykavaldu. Hann hevur tó ein góðan møguleika at taka áttanda limin í Suðurstreymoy. Sum tað sær út í kanningini verður tað frá Javnaðarflokkinum, sum so bert fær ein valdømisvaldan í Suðurstreymoy ? ella frá Tjóðveldisflokkinum, sum so fær tvey valdømisvald og ikki trý. Fólkaflokkurin hevur eisini ein góðan møguleika at taka fjórða valdømisvalda í Norðoyggjum, so flokkurin fær tveir av teimum fýra føstu tinglimunum í hesum valdøminum. Men so verður tað so, at hann fær bert tvey eykavald umboð afturat. So uppum seks tilsamans verður tað neyvan.
Hjá Tjóðveldisflokkinum kann fella báðar vegir.
Tjóðveldisflokkurin tykist somuleiðis at fáa eitt gott val. Hann hevur verið rættuliga støðugur í veljarakanningum og ligið um tey 26 prosentini. Sambært kanningini fær hann 8 valdømisvaldar og ongan eykavaldan. Hann hevur ein møguleika at bøta um hetta við at taka seg fram í Norðoyggum, so hann fær tvey valdømisumboð í hesum valdøminum. Ella kann hann kvinka samantalda úrslitið eitt sindur upp, so hevur hann ein góðan møguleika at fáa ein eykavaldan, so hann eins og Sambandsflokkurin fær 9 tinglimir tilsamans. Hinvegin so eru hin triði valdømisvaldi í Suðurstreymoy og tann valdømisvaldi í Suðuroy í vanda.
Javnaðarflokkurin má serliga hava eyguni eftir Suðurstreym.
Hjá Javnaðarflokkinum tykist mest sum alt avgjørt. Hann fær tvey valdømisvald í Suðuroy, men hevur ongan møguleika at fáa trý, sum tað onkuntíð fyrr hevur eydnast. Og so er hann rættuliga vísur í at fáa valdømisvald umboð í Norðoyggjum, Eysturoynni og Sandoy. Men samstundis tykist tað at vera sera trupult hjá honum at vinna valdømisvald umboð í Norðstreymoy og Vágunum, og annað umboðið úr Suðurstreymoy situr rættuliga ótrygt. Tað er í Suðurstreymoy, at mesti spenningurin verður hjá Javnaðarflokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin røkka ikki upp um gáttina.
Við ávikavist 2,6 og 2,1 % koma hvørgin teirra inn. Hvørgin megnar at fáa valdømisvalt umboð nakrastaðni ? tað er so langtífrá, at tað kann koma upp á tal. So vónin má setast til at røkka upp um tinggáttina upp á 3,7 % fyri at fáa lut í teimum eykavaldu. Sum tað sær út í kanningini, so verður tað ikki lætt, men sjálvandi, ein óvissa er altíð við slíkari kanning, hóast tey, ið svarað hava, eru mong. Eydnast øðrum ella báðum at vinna seg upp um gáttina, so broytir tað ikki myndina stórvegis millum teir stóru flokkarnar. Munurin verður, at fimm eykavald verða tilsamans í staðin fyri trý, so tingmannatalið kemur upp á 32 ? sum vant, ber til at siga - í staðin fyri 30. Fyri samgongumøguleikarnar kann tað hinvegin vísa seg at fáa alstóran týdning.
::::::MYNDATEKSTUR:::::::
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingar, ger viðmerkingar til veljarakanningina