Fýra kvinnur skotnar í Florida

Fýra kvinnur vórðu seinnapartin skotnar inni á einari hárfríðkanarstovu í býnum Casselberry í amerikanska statinum Florida. Løgreglan sigur, at tríggjar teirra doyðu beinanvegin, og at tann fjórða liggur á einum sjúkrahúsi.

Løgreglan sigur, at tað eydnaðist tveimum kvinnum, sum arbeiddu á hárfíðkanarstovuni, at flýggja undan byrsumanninum. Sum skilst var byrsumaðurin skyldmaður hjá kvinnunum, sum hann skeyt, og tí bendir alt á, at talan er um eitt ella stríð í familjuni, sigur løgreglan.

Byrsumaðurin varð seinni funnin deyður heima við hús. Hann hevði skotið seg.