Venjararnir hjá B71 og AB vænta, at fýra lið, NSÍ, B36, HB og EB Streymur, kunnu vinna FM-heitið í Formuladeildini í ár, nú munurin millum liðini bara minkar. Í FSF-varpinum á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld kl. 18.30 og aftur kl. 22.00 meta Eli Hentze og Sigfríður Clementsen um gongdina í Formuladeildini higartil. Eisini er eitt portrett av Skála í sendingini, og komandi dystirnir hjá U21-landsliðnum hjá monnum ímóti Italia og Grikkalandi verða umrøddir.FSF-varpið hesaferð er tað áttanda í røðini.
Tíðindi