EB/Streyma áleyparin, Arnbjørn Hansen, sum í gjár vendi dystinum fyri EB/Streym tá hann kom á vøllin við tveimum málum, hevur verið glóðheitur alla seinnu hálvu. Teir 64 minuttirnar sum hann hevur spælt í teimum trimum dystunum hjá EB/Streymi, hevur Arnbjørn Hansen ikki skotið færri enn fýra mál.
Arnbjørn Hansen hevur tí verið lykilin til hevur fingið so góða byrjan uppá seinnu hálvu. Hann skoraði sigursmálið í fyrsta dystinum móti HB, skoraði útjavnandi málið móti Skála og skoraði í gjár bæði útjavnandi málið og sigursmálið í dystinum móti KÍ.
Merkisvert við Arnbirni Hansen er, at hann ongan dyst hevur byrja inni í seinnu hálvu og tí hevur eitt framúr gott snitt fyri teir minuttirnar hann hevur spælt. Hann hevur í miðal skora hvønn 21,3 minuttir í seinnu hálvu.
Um vit hyggja yvir alla kappingina er Arnbjørn Hansen eisini tann vandamiklasti maðurin í føroyskum fótbólti, tá vit hugsa um minuttirnar hann hevur spælt. Samanlagt hevur Arnbjørn Hansen spælt 118 minuttir í ár, sum merkir at hann hevur skora hvønn 29,5 minutt sum hann hevur spælt.
Til samanbering kann nevnast at vandamiklasti maðurin í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini og núverandi toppskjúttin, Klæmint A. Olsen, hevur skora hvønn 110 minutt í hesum kappingarárinum. Tó skal nevnast at Klæmint A. Olsen hevur spælt nógv fleiri minuttir enn Arnbjørn Hansen, og at teir tí illa kunnu samanberast.