Ákærdi fyrrverandi byggimeistarin var dømdur fyri at siga ósatt í skiftirættinum, tá ið eitt felag hansara var avtikið.
Hann var dømdur fyri at siga ósætt, tá hann segði seg ikki vita av, at eitt krav var í felagnum móti Faroe Ship fyri at hava leiga kranan hjá felagnum at lossa við. Talan var um eina rokning áljóðandi 458.000 krónur.
Somuleiðis var ákærdi maðurin ákærdur fyri at hava snýtt við peningi hjá felagnum, við at hava tikið pening út av konto hjá felagnum - sjálvt um peningurin var brúktur at gjalda rokningar hjá felagnum fyri.
Hinvegin var hann frídømdur fyri at hava roynt at tiltuska sær pening við at rykkja eftir peninginum, sum Faroe Ship stóð at skylda hansara felag. Peningurin skuldi flytast á konto hjá felagnum.
Hóast ákærin kravdi eina treytaleysa fongsulsrevsing á 8-10 mánaðir, dømdi dómarin ákærda í fýra mánaðir treytaða fongsulsrevsing.