Fýra møttu ikki upp

Stóra ráðstevnan í hesum døgum er orsøkin til, at fleiri av útisetunum ikki fingu pláss í flogfarinum úr Danmark

 

Tá landsliðið fyrrapartin í gjár savnaðist á Svangaskarði, vóru bara fimtan spælarar til staðar. Talan var um fýra útisetar, sum komu til Føroya fyrrapartin í gjár. Tað varð roknað við, at teir fóru at vera við, tá landsliðið skuldi venja í gjárkvøldið.

Julian Johnsson, Johan B. Hansen, Óli Johannesen og Øssur Hansen vóru ikki á Svangaskarði fyrrapartin í gjár. Øssur skuldi ikki koma til Føroya fyrrenn í dag. Hann er leikbannaður ímóti Luksemborg, men hann verður við í fyrireikingunum kortini. Øssur verður aftur á liðnum mikudagin, tá Russland verður mótstøðuliðið.

? Vit hava havt trupulleikar at fáa pláss í flogførunum. Tað er stóra ráðstevnan, sum í hesum døgum er í Føroyum, sum er orsøkin til hetta. Vit bíløgdu pláss í so góðari tíð, sum vit plaga at gera, men ráðstevnu luttakararnir hava verið í uppaftur betri tíð, ásannar Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Jákup Mikkelsen, Súni Olsen og Allan Simonsen komu fyrr í vikuni úr útlandinum. Onkur av útisetunum í Danmark var í lufthavnini í fyrradagin, men noyddist at fara til hús aftur, tí flogfarið var fullsett. Men seinnapartin í gjár var landsliðshópurin fullmannaður.