Tað er sjálvandi hugaligt at vinna FM. Tað er ein heilt serlig kensla at vinna FM og at staðfesta meistaraskapin við sigri í ólavsøkuróðrinum. Og sjálvandi er tað eitt vónbrot hjá teimum, sum alt róðrarárið hava verið stinnastu manningarnar, at tað ikki eydnast hjá teimum at koma fyrst á mál á Ólavsøku.
Hjá teimum, sum undan Ólavsøkuni eru komin í ta støðu, at tey ongan møguleika hava at vinna FM, er tað eitt brennandi ynski at enda róðrarárið við sigri á Ólavsøku.
Hjá fýra FM vinnarum kiksaði ólavsøkuróðurin, og tað vil við øðrum orðum siga, at hjá fýra manningum, sum ikki vunnu FM, eydnaðist tað at enda róðrarárið við maner.
Í fjør vóru tað tríggjar manningar, sum vunnu FM, og sum eisini vunnu á Ólavsøku. Tær vóru 6?mannafarið Smyril við monnum, 5?mannafarið Sílið við gentum og 6?mannafarið Jarnbardur við kvinnum.
Ein manning, sum í fjør vann bæði FM og sigur í ólavsøkuróðrinum, endurtók bragdið i ár. Tað vóru menninir umborð á Smyrli, og tað vóru júst teir somu sjey, sum vunnu ólavsøkuróðurin og FM í fjør, og sum endurtóku báðar sigrarnar í ár.
Hin manningin, sum á Ólavsøku í ár bæði vann FM og ólavsøkuróðurin, vóru dreingirnir umborð á Drekanum.
Manningarnar, sum vunnu FM, men sum ikki vunnu á Ólavsøku í ár, vóru teir umborð á 10?mannafarinum Eysturoyingi, teir umborð á 8?mannafarinum Ørvi, tær umborð á 6?mannafarinum Gongurólvi, og dreingirnir umborð á Sílinum.
Teir umborð á Eysturoyinginum endaðu í somu støðu, sum teir gjørdu í fjør. Tá vóru teir nummar tvey á Ólavsøku, samstundis sum teir vunnu FM. Ta ferðina vann Vestmenningurin, og hesa ferð vann Nólsoyingurin.
Manningarnar, sum vunnu á Ólavsøku í ár, men sum ikki vunnu FM, vóru dreingirnir umborð á Havfrúnni, kvinnurnar umborð á Jarnbardi, menninir umborð á Kvívíkingi og so teir umborð á Nólsoyinginum.
Teir umborð á Kvívíkinginum vunnu FM í fjør, men ta ferðina stóðu teir á Ólavsøkuni við kensluni av at hava vunnið FM, og samstundis at hava kiksað í ólavsøkuróðrinum, sum Argjabáturin vann.