Tað er av álvara farið at merkjast, at eitt nýtt og stórt uppsjóvarvirki er bygt á Tvøroyri við nógvum og væl løntum arbeiðsplássum.
Eitt úrslit er, at inntøkurnar hjá kommununum í Suðuroy av skatti eru munandi øktar higartil í ár aftur ímóti í fjør
Eisini á Tvøroyri eru inntøkurnar hækkaðar og tað fær nú Tvøroyrar býráð at broyta fíggjarætlanina og at hækka inntøkurnar.
Tað varð avgjørt á býráðsfundi á Tvøroyri nú í vikuni.
Men av tí, at talan er um eykajáttan, skal tað samtykkjast einaferð afturat og tað verður á næsta býráðsfundi.
Fýra milliónir
Upprunaliga hevði býráðið roknað við at fáa 46 milliónir inn í kommunuskatti, men seinastu metingarnar vísa, at inntøkan verður tríggjar milliónir hægri, ella 49 milliónir tilsamans.
Somuleiðis hevur nýggja uppsjóvarvirkið elvt til munandi meiri virksemi í Tvøroyrar Havn.
Tá ið fíggjarætlanin fyri Tvøroyrar Havn varð løgd í fjør, hevði býráðið bara roknað við eini inntøku upp á 250.000 krónur til Tvøroyrar Havn.
Men nú hevur býráðið endurskoðað metingina og nú vænta tey, at inntøkan hjá Tvøroyrar Havn fer at vera eina góða millión í ár.
Sostatt væntar býráðið, at tilsamans fara inntøkurnar hjá kommununi at hækka góðar fýra milliónir í ár.
Ein stórur partur av pengunum eru longu brúktir. Einar 2,3 milliónir eru brúktar til at fylla havnarlagið fyri at geva pláss til nýggja virkið og ein partur skal brúkast í stuðuli til nýggja fótbóltsvøllin við Stórá.
Annars er nóg mikið at brúka pengar til, tí nógv liggur á láni, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Hann sigur, at vatntrot hevur verið í kommununi í vár og í summar og tað er ein trupulleiki, sum skal loysast.
Annars treingja nógvir vegir og annað til ábøtur.
Men heldur hendan góða gongdin sær á Tvøroyri, er ikki óhugsandi, at fíggjarætlanin verður endurskoðað einaferð afturat við tí endamálið at gera ábøtur á ymisk viðurskifti í kommununi.