Ein maður stendur við einum svørtum plastikkposa á Bursatanga í Havn. Klokkan er farin av seks, men sjey er hon ikki vorðin hendan leygarmorgunin.
Umborð á einum skipi við bryggju er ein annar maður. Menninir skeldast. Teir hava eisini skeldast fyrr um kvøldið.
Brádliga tekur maðurin á kajini eina avsagaða byrsu úr posanum og sigur, at nú er hin ferdigur.
Maðurin umborð blakar seg niður, og høglini buldra inn í móti skipinum. Eisini koma nøkur niður á mannin, ið ringir seg saman aftanfyri ein stálvegg umborð.
Maðurin umborð reisir seg. Tann á kajini spyr hann, hví hann ger so býtt, og biður hann siga umskylda. Hetta vil maðurin umborð ikki.
- Eg havi fleiri patrónir, sigur maðurin við byrsuni og løðir aftur, áðrenn hann aftur skjýtur.
Maðurin umborð hevur longu blakað seg niður. Soleiðis gongur ein løta, og byrsumaðurin skjýtur fýra skot av teimum 25 í pakkanum.
Tá hoyrast sirenurnar. Byrsumaðurin blakar vápnið á sjógv og gongur ímóti politistunum, sum biðja mannin sleppa sær sín veg.
Ikki fyrr enn seint á kvøldi verður byrsumaðurin tikin, tí løgreglan fataði ikki beinanvegin, hvat var hent. Tá hevur byrsumaðurin longu verið inni hjá einari kvinnu, ið er journalistur, har hann greiddi henni frá, hvussu hann royndi eydnuna við skaviseðlum.
Hevði hetta verið ein krimibók, so høvdu vit smílst og hugsað, at so býttir eru politistarnir ikki, og ongin skjýtur heldur hvønn annan í Føroyum. Men tað var júst hetta, sum hendi í okkara annars friðarliga samfelagið um vikuskiftið. Ein maður skeyt við byrsu eftir einum øðrum manni og eftir hondini, eru vit øll vitnir í málinum.
Høglini og skelkurin
- Eg blívi við at hugsa um høglini. Psykan er av helviti til, tað sigur seg sjálvt. Maðurin ætlaði jú at drepa meg, sigur Hans Olsen, ið skotið varð eftir leygarmorgunin. Í løtuni er hann staddur umborð á línubátinum Margit av Saltangará, sum loysti leygarkvøldið, eftir, at maðurin var komin umborð.
- Eg ivaðist leingi, um eg skuldi fara við. Men eg haldi hetta var tað besta. At koma millum fittar menn, sum hava kent meg alt lívið. Tað er nokk lættast soleiðis. So kann eg byggja meg uppaftur, sigur Hans Olsen, ið greiðir frá, at hann alla tíðina hugsar um høglini, sum regnaðu rundanum hann. Og hvat hevði hent, um hann ikki tók tær avgerðirnar, hann tók umborð á Váðasteini leygarmorgunin.
- Eg havi sitið inni í langa tíð. Mest fyri koyrikortið, men fyri kortum kom eg útaftur, eftir at hava sitið í langa tíð fyri grovan harðskap ímóti eini kvinnu. Hetta stemplið blívur við at sita á mær, men tað er farið. Eg blívi ikki ein gong óður longur, tá fólk kalla meg konubukara, tí hetta er ein farin tíð, sigur Hans Olsen, ið fór til skips, áðrenn maðurin, ið royndi at skjóta hann varð handtikin.
Vil ikki hevna
39 ára gamli maðurin, ið er tikin fyri at hava skotið eftir Hansi Olsen kann fáa sera harða revsing, men hetta er ikki nakað, ið Hans Olsen ynskir.
- Tað sær út til, at hann fær nógva tíð í fongslinum, men eg vil ikki siga, hvussu leingi hann skal sita. Eg havi sjálvur sitið inni, og hann blívur nokk bara verri av at fara í fongsul soleiðis. Tað er nógv betri, um hann fær ordiliga hjálp, tí maðurin má vera ørur í høvdinum, sigur hann, og greiðir aftur frá, hvussu nógv hann hugsar um regnið av høglum, sum kom inn yvir hann, tá hann lá og ringdi seg saman aftanfyri stálveggin á Váðasteini, har hann goymdi seg, beint eftir at byrsumaðurin hevði sagt, at nú var hann ferdigur at liva.
Vildi hava frið
Áðrenn byrsumaðurin skeyt eftir manninum, ið er hevur sitið fyri at buka kvinnur, tosaðu teir báðir í telefon saman. Við Dimmalætting sigur byrsumaðurin, at teir vóru avkláraðir við, at annar skuldi liggja eftir á, men hesum tekur Hans Olsen ikki undir við.
- Vit tosaðu saman fleiri ferðir, meðan hann var á veg oman, men eg skilti tað alla tíðina sum, at vit skuldu tosa um tingini. Vit eru jú báðir vaksnir menn, 39 og 43 ára gamlir, so tað burdi borið til, sigur hann, og harmast, at báðir menninir í málinum skulu hava misskilt hvønn annan.
- Hevði eg vitað, at hann kom við byrsu, so hevði eg eisini havt eina byrsu, um tú skilur, hvat eg meini, sigur Hans Olsen, sum fyri kortum er komin á vakt.
Daman skuldina
Málið byrjaði, sambært Hansi Olsen, við, at ein dama, ið hann er saman við viðhvørt, kom oman í Tórshøll. Full var hon, umframt, at hon hevði greitt frá, at hon var sjúk tann dagin.
- Eg spurdi hana, hví hon leyg so illa fyri mær. So fóru vit at skeldast, og hesin maðurin blandaði seg uppí. Onki slag var sligið, men tað var eitt sindur av rokið. Tá fór eg bara avstað. Men hann kom aftaná mær, greiðir Hans Olsen frá. Víðari hendir tað, at Hans Olsen fer niðan í Auto, har hann keypir sær eitt telefonkort. Har sær hann byrsumannin lúra eftir sær. Og er sannførdur um, at hann vil honum ilt.
- Hon sendir altíð fólk eftir mær. Seinasta árið eri eg fýra ferðir álopin, og hon roynir altíð at gera skaða á meg, hetta bleiv so fimtu ferð, greiðir Hans Olsen frá, sum leggur stóran dent á, at hann ikki hevur bukað hesa kvinnuna, men hann onkuntíð hevur tikið nokk so hart í hana.
Hví ert tú so saman við henni?
- Eg eri góður við hana, men vit kunnu ikki vera saman ov leingi. Tað blíva altíð konfliktir, og politiið sigur eisini, at vit ikki skulu vera saman, sigur hann rættiliga friðarliga.
Brádliga leggur hann afturat, at hendan kvinnan eisini má fáa revsing, tí tað var hon, ið sendi byrsumannin eftir sær.
- Eg skilji ikki, hví eg skal revsast fyri nakað, ið eg longu havi fingið mína revsing fyri, sigur Hans Olsen.
Fór at goyma seg
Tá Hans Olsen sá mannin uppi við Auto gjørdi hann av at ganga millum fólkini í býnum, har hann kendi seg tryggan.
- Eg fór eisini at keypa mær eina pylsu, áðrenn eg gjørdi av at fara umborð á Váðastein at goyma meg til skipið hjá mær skuldi avstað. Eg havi siglt við línu alt mítt lív, og eg kenni væl menninar umborð á Váðasteini, so eg roknaði við at vera tryggur.
- Men so var eg býttur. Kvinnan ringdi til mín og góðtrúgvin, sum eg eri, so fortelji eg henni, hvar eg goymi meg. Hon lovar, at hon ikki skal siga tað við mannin, sum er eftir mær, sigur Hans Olsen.
Lítla løtu seinni ringir byrsumaðurin til Hans Olsen. Teir avgera at greiða málið, men sambært Hansi Olsen, so var tað ikki ætlanin, at teir skuldu berjast, men heldur tosa um málið.
Eftir hetta tosaðu teir fleiri ferðir saman, og endin varð, at maðurin stendur á Bursatanga við einum svørtum skrelliposa.
- Tað sá út sum, at hann hevði eina skrubbu í posanum ella okkurt. Eg roknaði ikki við, at tað var ein byrsa, greiðir Hans Olsen frá.
Væntaði ilt
Hóast Hans Olsen ikki roknaði við, at stórt rok fór at verða niðri á Bursatanga, so tók hann fyrilit fyri, at okkurt kundi henda.
- Eg stillaði meg høgt, soleiðis, at eg kundi hava yvirblikk yvir tí, ið skuldi henda, men eg ánaði ikki, at hann fór at koma við byrsu eftir mær. Og hevði eg stillað meg onkra aðra staðni, og hevði eg ikki vitað, hvussu vápn rigga, so var eg ikki livandi í dag, greiðir ein skelkaður Hans Olsen frá.
Tað, sum sambært Hansi Olsen, síðani hendi, var, at maðurin peikaði við byrsuni ímóti honum, og greiddi frá, at nú var hann ferdigur.
Fyri hetta avráddu Hans Olsen, og ein umborð á Váðasteini, hvussu teir skuldu fara fram.
- Eg blakaði meg niður, og tað má vera onkur hægri makt, sum syrgdi fyri, at eg reageraði so skjótt, greiðir hann frá.
Síðan løddi maðurin byrsuna aftur. Og aftur nú blakaði Hans Olsen seg niður.
Fýra skot vórðu skotin, áðrenn løgreglan kom. Sein varð løgreglan. Og sambært Dimmalætting er orsøkin, at teir kenna Hans Olsen, sum sambært politinum altíð meldar, at onkur er eftir sær.
Gekk sín veg
Tá løgreglan kom, gekk byrsumaðurin sín veg. Á veg niðan í býin slepti hann, sambært Dimmalætting, patrónunum, og løgreglan vildi heldur ikki hava mannin á staðnum. Meira enn 12 tímar seinni verður byrsumaðurin handtikin. Hann hevur enntá verið í túninum hjá løgregluni, uttan at teir funnu hann.
Bara hann fær hjálp
Hóast Hans Olsen greiðir frá, at tað sálarliga hjá honum ordiliga er farið í hundarnar aftur, so vil heldur hann ikki, at byrsumaðurin skal setast fastur ov leingi.
- Eg havi sjálvur sitið í fongsli, og eg rokni við, at hann bara verður verri fyri av tí. Vónandi fær hann heldur hjálp. Men kanska hevur hann gjørt sær eina tænastu. Hann fungerar ikki í samfelagnum, og kanska trívist hann bert í fongslinum. Bara keðiligt tað skuldi ganga útyvir meg, nú eg eri byrjaður uppá eina ætlan at fáa skil upp á lívið hjá mær aftur. Eg havi fingið kjans aftur við skipið og royni veruliga at koma uppundan aftur, sigur Hans Olsen av Saltnesi.
Um eina góða viku er maðurin, ið hevur sitið sína tíð, liðugur við fyrsta túrin við línuskipinum, eftir at ein maður skeyt eftir honum. Tað skilst, at hann er skelkaður, men hann sigur seg hava eina ætlan, hóast hann ikki heldur tað vera gott, at fólk skulu vera úti eftir honum soleiðis. Samstundis situr maðurin við avsagaðu byrsuni og skaviseðlinum framvegis varðhaldsfongslaður, áðrenn hann skal fyri rættin, har hann kann fáa heilt upp í fýra ár, fyri at royna at gera seg inn á Hans Joensen. Eisini telur við, at hann fyrr hevur roynt at skjóta eftir politisti.
Hans Olsen greiðir somuleiðis frá, at tað kundi verið, at hann fer at krevja endurgjald fyri stríðið hann fekk av støðuni.