Eitt av eyðkennunum við NSÍ er, at felagið í sera stóran mun satsar upp á egið tilfeingi. NSÍ er sjálvandi ikki einasta felagið, sum ger tað, men hjá NSÍ hevur tað riggað væl í seinastu árunum. Hetta sæst millum annað aftur í, at NSÍ í bæði 2013 og 2015 vann U18-deildina í føroyskum fótbólti.
Fyrr í kvøld kunngjørdi NSÍ, at fýra ungir leikarar hava fingið sáttmála við felagið. Teir eru teir 17 ára gomlu Andri Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen og Hans Marius Davidsen og 16 ára gamli Aron Knudsen. Hesir leikarar hava allir verið fastir fúsar á 1. deildarliðnum hjá NSÍ, sum eftir seks umfør er nummar fimm í næstbestu deildini.
Heimasíðan hjá NSÍ veit eisini at siga, at allir hesir fýra leikarar vera við í hópinum hjá NSÍ í morgin, tá ið runavíkingar skulu spæla torføran útidyst ímóti tvífaldu føroyameistarunum úr B36.
Hetta merkir, at miðalaldurin á hópinum hjá NSÍ einans verður 21,4 í brakinum í morgin, sambært heimasíðu felagsins.
Dysturin ímillum B36 og NSÍ byrjar klokkan 18, og verður hann varpaður út á Rás2.