55 føroyingar hava um vikuskiftið luttikið í íslendsku kappingini innan frælsan ítrótt, Stórmót. Hetta er størsta innandurakappingin av sínum slag í Íslandi. Feløgini, sum vóru umboðað, vóru Bragdið, Hvirlan og Treysti.
Tað bleiv til fleiri føroysk heiðursmerki, og eisini vórðu fýra nýggj føroysk met sett. Elisabet Holm Simonsen setti nýtt met í 60m-renning fyri gentur 16-17 ár, har hon rann teinin við tíðini 8,22. Metið frammanundan var 8,44.
Oddvør Josephsen betraði um sítt egna føroyska met á 400m-teininum. Á Stórmót rann hon teinin við tíðini 60,50, sum var ein betring av tí nú falna metinum, ið var 60,85.
Julian Gregersen vann gull á 1.500m-teininum, og har setti hann eisini nýtt føroyskt met. 18 ára gamli rennarin rann teinin við tíðini 4.05,70, og tað var 15/100 sekund betri enn metið, sum Marnar Djurhuus átti.
Fjórða nýggja føroyska metið setti Margit Weihe Fríðmundsdóttir í 200m-renning, har hon í innleiðandi riðlinum rann teinin við tíðini 27,25, ið var 3/10 sekund betri enn galdandi metið.
Meiri kann lesast um kappingina í Sosialinum í dag ella á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, fif.fo.