Fýra partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap, harav trý av teimum fiska gullaks. Fleiri virki, sum hava havt ídnaðarferiu, lata upp aftur í aðru viku, og tí verður roknað við, at onkur partrolarapør fara út aftur í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at sjey trolbátar eru til fiskiskap. Teir eru norðan fyri og eystanfyri. Trolbátarnir fiska mest tosk og hýsu. Væntandi koma tveir inn at landa mánadagin, og hinir koma seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt av skipunum frystir fiskin umborð, og hini bæði eru á ísfiski. Garnaskipini, sum eru á ísfiski, koma væntandi inn at landa fyrst í vikuni sum kemur.