Ein seks ára gamal drongur í amerikanska statinum New Jersey doyði í gjárkvøldið, eftir at fýra ára gamli vinamður hansara hevði skotið hann. Hendingin var í býnum Toms River, og løgreglan har sigur, at skotvápnið var ein rifla.
-Meðan dreingirnir spældu, fór tann fýra ára gamli inn í húsini eftir byrsuni. Eitt skot gekk av og rakti tann seks ára gamla í høvdið, sigur løgregluovastin, Michael Mastronardy, við fjølmiðlarnar.
Hendingin í Toms River var ikki tann einasta í USA í gjár, har vápn vóru uppií. Nærhendis Houston í Texas máttu 14 fólk á sjúkrahús, eftir at ein maður hevði stungið tilvildarlig fólk, sum hann kom framá.
Maðurin bleiv tikin seinni.