Fýra snøggar íbúðir í Saltangará

Leiguíbúðirnar liggja mitt í hjartanum í Runavíkar kommunu við útsýni og altan oman yvir høvuðsgøtuna í býnum.

Edvard Mikkelsen, ættaður av Toftum og búsitandi í Søldarfirði, sum eigur og rekur fyritøkuna EM Asfalt, keypti í fjør bygningin í Saltangará hjá Jóhannusi Jacobsen, Jóhannusi elektrikaranum, róptur. Bygningurin er í trimum hæddum á 180 fermetrar hvør hæddin – við handils-og goymsluhølum í niðastu hæddini.

 

Síðan EM Asfalt keypti bygningin í Saltangará, hevur eigarin fingið lutfalsliga nýggju fyritøkuna, Byggiverk hjá Ólavi Langgaard, bæði at tekna og innrætta tvær tær ovastu hæddirnar til leiguíbúðir. Edvard Mikkelsen sigur, at arbeiði at umbyggja bygningin til íbúðir byrjaði ikki rættiliga fyrr enn fyrst í desember mánaði í fjør.

 

- Eg væntaði, at hetta arbeiði fór at taka umleið eitt ár. Tað hevur gingið rættiliga væl, og allar fýra íbúðirnar standa væntandi lidnar í november. Hetta er ein stór íløga tilsamans við keypi og umbygging, og íbúðirnar verða bygdar við leiguendamáli – og ikki sølu, sigur Edvard Mikkelsen.

 

Hann leggur aftrat, at íbúðirnar í ovaru hæddini verða 90 fermetrar hvør, og tær báðar í niðari hæddini – miðhæddini – verða 85 fermetrar hvør. Í øllum íbúðunum verða tvey kømur, køkur og stova í einum, wc við brúsu og síðan eitt goymslurúm í hvørjari íbúð.

 

Edvard Mikkelsen, ið Vinnublaðið, sum er í Sosialinum í dag, hevur skift orð við, sigur, at íbúðirnar sjálvsagt eru bygdar samsvarandi nýggju byggireglugerðini, og tær eru skildar sundur við góðum skottveggi. Alt er væl bjálvað, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at ljóðbjálvingin er so góð, sum hon yvirhøvur kann vera.

 

Eitt, sum sermerkir nýggju íbúðirnar í Saltangará, er, at tær hava hvør sína altan á 27 fermetrar, ið líka sum er bygd oman úr hvørjari íbúð og soleiðis “hongur” yvir gonguteiginum í miðbýnum. Edvard Mikkelsen sigur, at nú íbúðirnar skjótt standa lidnar, hava nógv fólk ringt og spurt um møguleikar fyri leigumáli.

 

Lesið alla samrøðuna við eigaran av EM Asfalt, sum er í Sosialinum í dag. Í samrøðuni viðgongur hann, at leiguíbúðirnar í Saltangará eru nakað serstakt, tí tær liggja mitt í hjartanum í Runavíkar kommunu við útsýni og altan oman yvir høvuðsgøtuna í býnum.