Rani Nicolajsen, Tijani Mohammed, Gerhard Páll Lognberg og Jóhan Herálvur Hentze halda fram í B71 komandi kappingarár. B71 bleiv nummar átta í fyrstu deild farna kappingarár. B71 skrivar:
Fyri nøkrum vikum síðani kunngjørdu vit at felagið hevði tryggja sær sáttmálar við yngra ættarliðið, ið er U21 og yngri. Seinastu vikurnar hava vit arbeitt við at tryggja okkum at eldra ættarliðið heldur á fram at byggja uppá jaligu gongdina hjá mansfótbóltinum her suðuri og tað er stór vælvild og áhugi hjá okkara trúgvu tænarum at halda á fram við arbeiðnum.
Rani Nicolajsen verður 22 ár í mars, men er longu ein royndur maður í 1. deildar høpi. Seinastu árini hevur ungi skopuningurin ment seg og vit eru ótrúliga glað fyri at blíðskortaði maðurin verður aftur at síggja komandi ár. Menningin heldur fram.
Tijani Mohammed hevur við jøvnum millumbilum verið at síggja í B71 og nú hann er giftur suður og eigur børn og búleikast á Sandi, so er fryntligi ghanesin at kallað blivin heimasandsmaður. Eisini hann fer við hegni og vilja sínum óivað at vera ein týdningarmikil liður komandi ár.
##med2##
Gerhard P. Lognberg hevur skift eitt sindur millum barndómsfelagið B71 og Undrið í Havn, har beiggin Arnar er formaður, men seinastu árini hevur hann saman við Jóhan Herálvi, verið á heimabeiti og vísti stórspæl í fleiri týdningarmiklum dystum í fjør. Á útivølli ímóti B68 var ein, har skopuningurin, við fleiri stórbjargingum, at kallað syrgdi fyri at vit megnaðu at fáa eitt stig!
##med3##
Jóhan Herálvur Hentze, ið fyllir 23 ár í ár, er framtíðar maður millum stengurnar og hevur ment seg hareftir síðstu árini. Ungi málverjin heiman av Sandi kann bara blíva betri og betri. Á málmanspostinum er nógv og góð kapping og tað er absolutt eitt sunnheitstekin.
##med4##
Takk fyri drúgva og trúgva tænastu tit og aðrir! Vit eru ikki komnir á mál við leikarasáttmálum og tilgongd, fleiri leggjast afturat komandi tíðina, men raðfestingin er altíð at tryggja sær bulin í liðnum og vit eru væl á veg við tí, nú vit telja niður til eitt nýtt ár við nýggjum spennandi avbjóðingum.