Jákup á Borg sat leikbannaður uttan fyri girðingina, tá B36 tapti 4-1 móti EB/Streymi. Og hann dylur ikki fyri, at vónbrotið var stórt eftir ein seinna hálvleik, har B36 misti alt á gólvið.
- Eg haldi, at okkara menn høvdu rímiliga gott tak á dystinum fyri steðgin, men í seinna hálvleiki verður talan veruliga um off-day. Og eg skilji ikki, at broytingin skal verða somikið stór upp á so stutta tíð.
Og tað, at KÍ tók øll stigini á Toftum. Gjørdi tað vónbrotið størri?
- Tað haldi eg nú ikki, at menn hugsaðu so nógv um eftir dystin. Sjálvandi leggur tað eyka trýst á okkum, men vónbrotið eftir dystin snúi seg fyrst og fremst um okkara egna avrik.
Tit hava NSÍ, Víking og B68 seinastu dystirnar. Hvussu síggja tit upp á ta uppgávuna?
- Eg rokni við, at vit skulu hava í minsta lagi fýra stig fyri teir dystirnar. Og vit hava víst móti besta liðnum í deildini, at vit hava verið betri enn teir í fýra dystum. So finna vit tann viljan fram, sum vit sýndu í teimum dystunum, so haldi eg eisini, at vit eiga at røkka tí, sigur Jákup á Borg, sum eftir leikbann aftur er tøkur sunnudagin.