Fýra stig í fimm dystum er slak úrtøka (FM1)

(FM1) Hoyr Jens Martin Knudsen, Jákup Ósá og Agnar Frederiksen taka samanum slaka føroyska avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr telefonsamrøðu við fyrrverandi landsliðsmálverjan, Jens Martin Knudsen sum tók samanum føroyska avrikið ímóti Aserbadjan.


2) Hoyr Trónd Arge siga frá dystarendanum og taka samanum føroyska 0-2 tapið ímóti Aserbadjan.


3) Hoyr Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum og Agnar Frederiksen frá Portalinum seta orð á føroyska avrikið.

 

Jens Martin Knudsen, Jákup Ósá og Agnar Frederiksen staðfesta allir eitt út av lagi vánaligt føroyskt avrik í fyrra hálvleiki tá bæði málini hjá Aserbadjan komu. Allir halda, at avrikið í seinna hálvleiki var á einari leið, men samlaða avrikið var alt annað enn gott.

 

Jákup Ósá heldur, at nakað av føroyska æruni bleiv bjargað í seinna hálvleiki. Agnar Frederiksen heldur, at tað var ikki eitt nóg gott avrik til at fáa stig á útivølli, men tað var væl betri í seinna hálvleiki. 

 

Jens Martin Knudsen heldur, at tá ein hevði sum mál at vinna bólkin og koma víðari til EM-endaspælið eru fýra stig av fimtan møguligum ein ógvuliga slak úrtøka.