Fýra suðuramerikonsk lond ætla at skipa fyri HM í 2030

Uruguay, Argentina, Paraguay og Chile ætla at verða vertir fyri HM-endaspælinum í fótbólti í 2030

Í 2030 eru 100 ár liðin síðani fyrsta HM-endaspælið, ið var avgreitt í Uruguay í 1930. Uruguay vann tá HM-gull á heimavølli.

 

Nú ætlar Uruguay saman við Argentina, Chile og Paraguay at verða vertur fyri HM-endaspælinum í fótbólti á sumri í 2030.

 

Argentina og Chile hava eisini áður verið HM-vertir. Chile var vertur í 1962. Tá vann Brasil HM-gull. Argentina var vertur í 1978, og vann í HM-finaluni ein hepnan 3-1 sigur á Niðurlondum.

 

Forsetarnir í teimum fýra londunum hava allir sera stóran áhuga í fótbólti, og teir eru allir fýra áhugaðir í, at lond teirra fáa HM-vertskapin í 2030. Forsetarnir eru Sebastian Pinera (Chile), Mauricio Macri (Argentina), Tabare Vazquez (Uruguay) og Mario Abdo Benitez (Paraguay).

 

Argentina, Chile, Paraguay og Uruguay fáa tó kapping. Tað ljóðar, at Marokko ætlar at bjóða uppá vertsskapin. Ongland, Wales, Skotland, Norðurírland og Írland ætla eisini at leggja inn eitt felags boð, og tað ljóðar eisini, at Grikkaland, Serbia, Bulgaria og Rumenia fara at leggja inn eitt felags boð.

 

Lagt er upp til, at 48 lond taka lut í HM-endaspælinum frá 2026, og tí er tað ógjørligt hjá bara einum landi at hýsa HM-endaspælinum í framtíðini.

 

Katar verður HM-vertur í 2022, og í 2026 verða USA, Kanada og Meksiko vertir fyri HM-endaspælinum. USA var vertur í 1994, og Meksiko var vertur í 1970 og í 1986.