Ikki færri enn fýra tjóðir kunnu verða umboðaðar vesturi á Eiðinum í dag, tá VB og B36 tørna saman.
Umframt føroyingarnar, sum enn eru í yvirtali, verða eisini spælarar úr Póllandi og Jugoslavia við, og møguleiki er eisini fyri, at Ungarn verður umboðað á vøllinum.
Tað verður, um B36 torir at seta sín nýggja málmann Janos Timar at verja málið longu nú, eftir at hann kom til landið mikudagin.
Hjá VB eru allir klárir, og so ræður um at fáa spælið at koyra betur enn móti HB seinasta sunnudag.
Um broytingar verða gjørdar, veit bert venjarin, men tað kann í øllum førum væntast, at VB er betri á heimavølli enn á útivølli.
B36, sum framvegis minnist sigurin á Eiðinum í 1997, og sum eisini vanliga stendur seg væl í Vági, hevur sum nevnt nýggjan málmann við í hópinum, men óvanligi skaðin hjá Egini Høgnesen ger, at hann kanska fer at standa í málinum kortini. Um venjarin Tomislav Sivic velur ikki at brúka nýggja málverjan beinanvegin, og Egin framvegis ikki er klárur, verður tað ivaleyst Tróndur Vatnhamar, sum stendur millum stengurnar.
Ninoslav Milankovic var leikbannaður móti Sumba seinasta sunnudag, men er við aftur, og allir hinir í væl mannaða hópinum eru eisini klárir.
Hetta verður aðru ferð innan eina viku, at B36 fer til Suðuroyar, og um teir vinna í dag, hava teir fingið sera góða byrjan, tí ikki nógv lið fara at fáa fulla úrtøku burturúr teimum báðum dystunum sunnanfyri.
VB hevur enn einki stig og heldur einki mál fingið. Teir verða ivaleyst grammir í dag, og tað er neyðugt, tí í næsta umfari skulu teir til Gøtu.
Í fjør endaði dysturin millum VB og B36 í Vági við javnleiki 1-1. Jón Pauli Olsen skoraði beint fyri hálvleik, men Jákup á Borg javnaði, tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal.