Fýra dystir í Vodafonedeildini eru á skránni seinnapartin í dag. Síðsti dysturin verður spældur í annaðkvøld, tá ið B68 fer at fáa vitjan av ÍF.
Lokaluppgerð verður í Gundadali, har AB fer at vitja HB, og lokaluppgerð verður í Runavík, har Víkingur fer at vitja NSÍ.
Uppflytararnir í B71 fáa vitjan av B36, sum er einasta liðið, sum hevur fult stigatal, og uppflytararnir í FC Suðuroy skulu spæla í Streymnesi.
3. umfar
Í dag:
HB-AB: Petur Reinert kl. 15.00
NSÍ-Víkingur: Lars Múller kl. 15.00
EB/Streymur-FC Suðuroy: Ransin Djurhuus kl. 15.00
B71-B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Mánakvøldið:
B68-ÍF: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Støðan
B36 6 stig
Víkingur og ÍF 4 stig
B68 3 stig
FC Suðuroy og HB 2 stig
EB/Streymur, NSÍ, AB og B71 1 stig