Fýra væntaðir heimasigrar

Gjógvin ímillum topp og botn í Betrideildini bara veksur og veksur.

Fýra dystir hava verið í 17. umfari í Betrideildini hjá monnum í dag. Talan var um fýra greiðar heimafavorittar, har fýra av liðunum úr ovaru helvtini høvdu heimavøll ímóti liðum úr niðaru helvtini. Tað skuldi vísa seg, at øll oddaliðini livdu upp til vónirnar og syrgdu fyri at rivan ímillum tey fremru og aftaru í Betrideildini gjørdist enn størri.


Oddaliðið HB vann seg aftur á slóðina eftir at sigursrøðin varð steðgað av NSÍ á ólavsøku. Mótstøðuliðið í dag var Skála, og HB legði seg á odda 1-0 eftir lítlum hálvum tíma við hegnisligum máli frá veteraninum, Símuni Samuelsen. Í seinna hálvleiki rakti nýggi Skála-áleyparin, Søren B. Nielsen, á stongina, men HB slapp við skrekkinum, og heldur hinvegin var tað innskifti Ari Mohr Olsen, sum 10 minuttir fyri leiklok økti til 2-0. Brian Jakobsen minkaði til 2-1 í evstu løtu, men tað komu ikki fleiri mál, og við teimum trimum stigunum í dag varðveitir HB oddasessin í Betrideildini.


Argasti kappingarneytin, KÍ, hevði eina góða løtu um at fáa hol á í heimadystinum ímóti 07 Vesturi, men tá ið tað kom hol á í seinna hálvleiki, kom tað so sanniliga eisini hol á. Tað vóru einans spældir 20 minuttir av seinna hálvleiki, og so var KÍ á odda 3-0. Málskjúttar vóru Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð. Við 3-0-sigrinum heldur KÍ fram við at leggja trýst á oddaliðið, HB, undan lykladystinum, oddabrakinum ímillum júst hesi bæði liðini á Summarfestivalinum fríggjakvøldið.


Eisini NSÍ og Víkingur hanga í. NSÍ vann ruddiligan 5-0-sigur á EB/Streymi, har málini vórðu kristiliga býtt ímillum Fróða Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen og Árna Frederiksberg. Heima í Sarpugerði hevði Víkingur heldur ikki stórvegis trupulleikar, tá ið teir vunnu 3-0 á AB við málum frá teimum báðum álopsessunum, Adeshina Lawal og Andreasi Lava Olsen, umframt einum brotssparksmáli frá Sølva Vatnhamar í evstu løtu.


B36, sum júst er komið heimaftur úr Europa League-ævintýri, spælir útsettan dyst ímóti TB/FCS/Royn í Trongisvági í morgin kl.16.00. Úrslitini í dag hava við sær, at tað er stórt trýst á høvuðsstaðarfelagnum fyri at hanga í oddastríðnum í deidlini.

 


HB – Skála 2-1 (1-0)

1-0: Símun Samuelsen, 27.

2-0: Ari Mohr Olsen, 80.

2-1: Brian Jakobsen, 90.


KÍ – 07 Vestur 3-0 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð, 49. (br.)

2-0: Semir Hadzibulic, 51.

3-0: Páll A. Klettskarð, 64.


NSÍ – EB/Streymur 5-0 (2-0)

1-0: Fróði Benjaminsen, 30.

2-0: Pól Jóhannus Justinussen, 43.

3-0: Petur Knudsen, 63.

4-0: Klæmint A. Olsen, 72.

5-0: Árni Frederiksberg, 90.


Víkingur – AB 3-0 (1-0)

1-0: Adeshina Lawal, 30.

2-0: Andreas Lava Olsen, 62.

3-0: Sølvi Vatnhamar, 90. (br.)


Betrideildin – støðan

1. HB 43 stig (17 dystir)

2. KÍ 41 stig (17 dystir)

3. NSÍ 33 stig (17 dystir)

4. Víkingur 32 stig (17 dystir)

5. B36 28 stig (16 dystir)

6. Skála 18 stig (17 dystir)

7. EB/Streymur 17 stig (17 dystir)

8. TB/FCS/Royn 14 (16 dystir)

9. AB 8 stig (17 dystir)

10. 07 Vestur 4 stig (17 dystir)